Preliminerflokkur b 1958

lag: Sjómaður kvøður

Har Enokkur goymdi væl fedranna sið,

og mánadúgvurnar sá

Díðrikur, sigla vit fró út á mið

at dyrgja á fortíðar vág.


Úr Vestmanna, Gøtu, av Eiði, úr Vík,

úr bygdum har fólk siga noy,

av oyggj, har á rókum súlan so rík

man byggja, av Sigmundar oy,


av Reyni, av Dul og úr Hornabø við,

úr Streymnesi, eins og til Róm

teir pílgrímar struku, so gav seg várt lið

undir Nygaards og Haraldsens dóm.


Tó lítið vit vistu um tilveru-talv

vit lærdu “aus-bei-mit-nach-zu”,

í biohøll Ursus vísti sín alv,

hans vív sang seg inn í vár hug.


Smøl brúgv út á Skansan – á vágunum før –

á Kongabrúgv seldu teir fisk,

og mánin skein yvir Nólsoyarfjørð,

Georg stóð við pylsuvogns disk!


Um Ännchen von Tharau við lív og við sál

vit sungu og um Clementine,

okkum Eirikur vísti – tó gøtan var hál! -

inn í Ewalds og Kierkegaards heim.


Hygg, Rienecker, Bancke ríða í garð!

Og Arnbjørn í minnisins høll

fortelur – hans skjúrta skínur sum glar! -

um Hannibals ferð upp um fjøll.


Við hóvligum læti og mildari rødd

frá støddfrøðinnar symmetri

Páll Mikkelsen greiðir, frá rúmi og stødd,

Pythagoras, tríkanti, pi.


Í stríputum klædningi stígur úr vrá

ein harri - og hvør er so tað? –

Poul Jensen við stríputum vesti - hvat tá? –

og gullfyllipennum á rað.




So smæðin vit vóru - hvør kensla so fín! -

ókunnug við lívs-skorðar stíggj,

í dansi í Tórshøll fekst okkurt kín,

á Mola eitt mjørkasveipt fríggj.


Vit sættast við skursl í tilveru-líð,

nú vit stíga í lívskvøldið inn,

tey ov tíðliga farnu lýsa so blíð

- Kristoffur og Elin og Finn.


Nú draga vit bátin, veiðan var gylt,

hygg, tilveru-sólsetur skín!

Kanska hittast vit aftur, har fleyr leikar milt

- hvør veit? – handan seinastu sýn.



Tann 20.6. 2008



Hanus