Um ein ikki er staddur í Suðuroynni, so er ikki longur neyðugt at sigla allan vegin til Suðuroyar og síðani at koyra til Vágs, um ein hevur hug at vitja spennandi handilin Preeti Payal.
Preeti Payal er nú eisini at finna á alnótini við nethandli. Tað er bert at leita inn á heimasíðuna www.preetipayal.dk . Har sæst vøruúrvalið hjá Preeti Payal og til ber at bíleggja. Vøran verður send kundanum við Postverki Føroya og er bíðitíðin einar 3 dagar, um vøran er á goymslu.
- Lættari kann tað ikki gerast, meta systrarnar Jutta Helgadóttir og Sarina Augustinussen, sum eiga og reka handilin.
Hugnaligur handil
Preeti Payal er hugnaligur handil, sum lat upp í oktober í 2002 í gomlum og hugnaligum handilshølum á Marknoyri í Vági. Og síðani hevur full ferð verið á. Umframt handilin í Vági, er eisini framsýningargluggi í hárfríðkanarhølunum hjá Lissi Mouritsen í J. Broncksgøtu í Havn. Og nú er so við nýggju heimasíðuni ein gluggi vendur út í allan heimin. Gomlu og sera hugnaligu handilshølini er sostatt nú útbygd við nýggjum sýnisglugga við nýggjastu tøkni, nevniliga eini virknari heimasíðu.
Móti
Úrvalið er hugvekjandi og spennandi. Indiskt innbúgv og brúkaravinarligir og smartir brúkslutir.
Sum nakað nýtt fáast nú eisini mótaklæði til kvinnur í Preeti Payal . Talan er um merki sum Miss Sixty og Ducal-Design. Miss Sixty er vøra úr Italia, sum hevur lagt Europa fyri føtur sínar. Ducal-Design hevur sín uppruna í Danmark og hevur fyritøkan havt eina framgongd uppá 500%, síðani byrjanina fyri trimum árum síðani.
Sniðgevin handan ekslusiva merkið er 31 ára gamla Charlotte Anholm Troelsen. Hon byrjaði við at seyma taskur úr kópaskinni, sum hon bar út í ymsar handlar. Men stórur eftirspurningur var eftir vøruni og byrjaði hon tí egna fyritøku og fór eisini at sniðgeva klæði. Til klæðini nýtir hon eisini kópaskinn, svínaskinn og aðrar náttúruvørur og setir hetta sín serstaka dám á sniðini. Preeti Payal er einaumboð fyri Ducal-Design í Føroyum.
Nýggja heimasíðan www.preetipayal.dk er føroysk heimasíða, hóast endingina dk. Síðan er sera snøgg, greið og vælvirkandi og neyðugt er til dømis ikki at trýsta seg inn á einstøku myndirnar, tí tær koma fram í stórari stødd, um ein bert flytir pílin á teldurútinum á tær, so nú er bara at fara til handils á alnótini.