Leygardagin kom lív í aftur gomlu handilshúsini á Marknoyri í Vági, har handilin hjá Nolsøe helt til í gomlum døgum. Í longri tíð hevur virksemi verið viðvíkjandi ístandsetan av húsunum og leygardagin lat handilin Preeti Payal upp í húsunum. Preeti Payal bjóðar viðskiftafólki indiskt innbúgv, so sum borð, stólar og skáp úr dygdargóðum sesam træi. Hetta er sera haldgott og fæst bæði í brúnum og hvítum. At fáa eru eisini brúkslutir, klæðir og meturvøra.
Handilin er sera hugnaligur, tí handilshúsini, sum eru frá 1864, eru hildin í sama stíli. Hillar og diskar við skuffum bera boð um hetta, eins og gamli pangakassin og eitt pengaskáp, ið eisini er í gomlum sniði. Og vøran, ið seld verður, hóskar eisini sera væl inn í hugnaliga umhvørvið.
Indisku systrarnar
Tað eru tær báðar systrarnar Jutta og Sarina Augustinussen, sum standa fyri handlinum. Handilin er eisini nevndur eftir tveimum systrum, nevniliga Pretti og Payal, sum eru tvær indiskar systrar, sum búðu í Vági fyri eini 15 20 árum síðani, tá pápi teirra starvaðist sum lækni í Vági.
Sera nógv fólk vitjaði innar leygardagin, tá handilin lat upp, og sølan gekk væl, siga Jutta og Sarina. Tað verður Sarina, ið kemur at starvast í handlinum, meðan Jutta, sum annars er í Danmark í lestrarørindum, kemur at standa fyri innkeypi og øðrum.
Oktober
Jutta hevur eisini fingið samband við danskan sniðgeva, designara, ið stendur fyri merkinum Oktober. Hetta eru troyggjur og onnur pløgg, og nýggi handilin í Vági er einaumboð fyri Oktober í Føroyum.
Handilin Preeti Payal liggur við høvuðsvegin, fyrst ein kemur til Vágs. Hóast nýggjar eigarar og hóast ístandsetan, so er hugnin og gamla umhvørvið varðveitt.
- Tað var ikki eingang neyðugt at mála av nýggjum, siga tær báðar Jutta og Sarina, og sipa til gomlu og haldgóðu málingina, sum fyrr varð nýtt, og sum enn í dag sær út sum nýggj, hóast nógv vatn er runnið, síðani málað varð og virksemi var í húsunum. Men nú er nýtt lív í gomlu handilshúsunum, og ber hetta boð um áræði og nýggjar tíðir, og samstundis er gamli hugnin varðveittur.