Prandelli fær lands­liðið aftur á beint

Fótbóltur - Gianfranco Zola, fyrrverandi italskur stórspælari, væntar, at Cesare Prandelli er rætta venjaraloysnin fyri italska fótbóltslandsliðið

Cesare Prandelli.
Tað er ikki ein stjørna á italska venjarahválvinum.
Hann stóð á odda fyri liðnum hjá Verona, sum flutti upp í bestu italsku deildina í 99.
Hann stjórnaði somuleiðis Venezia, sum vann uppflyting í bestu deildina í 2001.
Annars einki.
Prandelli hevur fingið seg royndan í venjarastarvinum í Parma, Roma og Fiorentina, men hann hevur ongantíð vunnið staðið ovast, tá gullheiðursmerkini eru hand­aði.
Í morgin stendur Cesare Prandelli á odda fyri italska fót­bólts­landsliðnum, sum fær vitjan av Brian Kerr og hansara før­oy­ingum.
Og tað hevur fyrrverandi stór­spælarin, Gianfranco Zola, ongar trupulleikar við.

Fer at roynast væl
Prandelli fekk sín elddóp fríggja­dagin, tá Italia vann við bit og slit á útivølli móti Estlandi. Úrslitið var 2-1. Avrikið var lítið sannførandi.
Gianfranco Zola sigur við heima­síðuna hjá UEFA, at italska fót­bóltssambandið valdi røttu loysnina, tá Prandelli fekk boðið venjarastarvið.
– Eg havi álit á honum. Hann hevur roynst væl sum venjari higar­til, hóast hann ongantíð hevur vunnið nakað stórvegis. Prandelli dugir væl við ungum spælarum, og tað gevur okkum møguleikan at arbeiða við einum øðrvísi og ágrýtnum hugburði á liðnum, metir Zola.
Prandelli var settur í starv undan HM-endaspælinum í summar. Tað var greitt, at Marcello Lippi helt ikki fram aftaná HM.
Prandelli fær hjálp frá Gianni Rivera og Roberto Baggio, sum hava átikið sær leiklutin sum hjálpar­venjarar.

Trýstur
Aftaná eitt sera vónbrotið HM-enda­spæl hevur italska landsliðið av álv­ara nakað at prógva.
Tí er Cesare Prandelli undir trýsti sum venjari.
Fjølmiðlarnir ræðast ikki at leggja eftir landsliðnum, sum hevur verið lítið sannførandi seinasta ári.
Italia tapti fyrsta skrásetta lands­dystin undir leiðslu av Prandelli. Fílabeinsstrondin vann 1-0 á Italia í venjingardysti í august.
Fríggjakvøldið vann Italia á úti­vølli móti Estlandi, men italsku fjøl­miðlarnir eru ikki bergtiknir higartil.
Ein sannførandi stórsigur er kravið, um Prandelli skal draga andan lættliga aftaná landsdystin móti Føroyum.
Zola er bjartskygdur.
– Tað er ein torførur bólkur, tá tú hugsar um støðuna, sum italska landsliðið stríðist við í løtuni. Men Prandelli fær landsliðið aftur á beint. Tað vendir ikki eftir einum degi, men við tíðini fer liðið at menna seg støðugt undir hansara leiðslu, sigur Gianfranco Zola.
Gianfranco Zola var uppsagdur sum venjari hjá West Ham í summar. Hann hevur áður verið hjálpar­venjari á italska U21-landsliðnum.


FAKTA UM PRANDELLI

Navn: Cesare Claudio Prandelli
Føðingardagur: 19. august, 1957
Aldur: 53
Føðistaður: Orzinuovi, Italia
Yrkisleið sum fótbóltsspælari:
1974-1978: Cremones, 88 dystir og 7 mál
1978-1979: Atalanta, 27 dystir og 3 mál
1979-1985: Juventus, 129 dystir og 8 mál
1985-1990: Atalanta, 119 dystir og 7 mál
Yrkisleið sum venjari:
1990-1993: Atalanta (ungdómsvenjari)
1993-1994: Atalanta
1994-1997: Atalanta (ungdómsvenjari)
1997-1998: Lecce
1998-2000: Verona
2000-2001: Venezia
2002-2004: Parma
2004: Roma
2005-2010: Fiorentina
2010: Italia