Praktiskur býbilur og off-roadari

Fiat Panda er nú komin í "off-road" útgávuni 4x4 Climbing, sum er ein praktiskur býbilur, sum við 16 cm fríhædd eisini er væl egnaður til vetrarkoyring uttan fyri vanliga koyrivegin

Eins og tann gamli Fiat Panda, sum var á marknaðinum næstan óbroyttur í umleið 20 ár, fæst nýggi Panda eisini sum "off-road". Talan er um útgávuna 4x4 Climbing, sum er ein lítil fittur býbilur, sum eisini klárar seg væl uttan fyri vanliga koyrivegin.

Panda 4x4 Climbing er ein praktiskur býbilur, sum samstundis er væl egnaður til vetrarkoyring. Serliga er tað elektriska servostýringin, sum kann stillast við knøttinum "City", ið ger bilin sera lættan at koyra við í býnum.

Støddin á bilinum ger sítt til, at hann roynist so væl á ósløttum undirlendi. Hann er stuttur, aksilfrástøðan stutt (230,5 cm), og fríhæddin upp á 16 cm saman við permanentari 4x4" drívmegi ger, at hann kann koyra har sum vanligir bilar í somu stødd hava ilt við at koma fram.

Bilurin er væl innrættaður og plássið væl útnýttað, bæði hvat persónum og viðføri viðvíkur. Hann sær eisini annarleiðis út við svørtum listum og fendarum í kúfangarunum framman og aftan.

Panda 4x4 Climbing er ein nútímans og framkomin bilur í allar mátar. Motorurin er ein 1,2 litur bensinmotori við 60 hk.

Bilurin hevur nógvar innbygdar trygdarskipanir og ein brandtrygdarskipan syrgir fyri at hurðarnar ikki eru læstar, og ljósið í kabinuni tendrar, um okkurt skuldi verið áfatt.

Standard útgerðin í Panda er t.d. fløguspælari, el-síðurútar, fjarstýrt sentrallás, elektrisk servostýrng, hæddarstilling av ratti og førarasetri.

Fiat Panda 4x4 Climbing kostar úr kr. 160.00,-


Fiat Panda 1,2 4x4 Climbing

Motorurin 1,2 litur 4 syl. bensin við 60 hk

0-100 km/t 20,0 sek

Bensinnýtsla 15,2 km/l

Dekkstødd 185/65-14

Stødd og vekt
Longd 357,0 cm
Breidd 159,0 cm
Hædd 162,0 cm
Eginvekt 975 kg
Viðførisrúm 230 litrar

Prísur kr. 160.000,-

Søluumboð Sp/f Nordcar
Smiðjugerði 4
FO-100 Tórshavn
Tel. 308080