Í praktikk hjá Kára

Seinastu tvær vikurnar hava næmingar í 9. flokkunum í Venjingarskúlanum verið í praktikk. Men ikki allir næmingar velja tey vanligu praktikkplássini á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

 

Lena Maria Ellingsgaard úr a-flokkinum valdi at fara í praktikk hjá listamálaranum Kára Svensson. Hann hevur starvstovu ? ateliér ? í gomlu bommfabrikkini hjá Frants Restorff í Havn. Haðani er útsýnið frálíkt yvir býin og havnina.

Kári Svensson (f. 1954) hevur í løtuni framsýning í nýggju hølunum hjá Býráðnum, har sonevnda Snarskivan er. Talan er um nýggjar málningar, olja á lørift. Kári var millum tey fimm føroysku listafólkini, sum fyri jól sýndu fram í New York.

Áður hava Amariel Norðoy og Eyðun av Reyni havt framsýning við Snarskivuna. Kann henda, at Lena Maria verður ein av komandi framsýnarunum. Evnini hevur hon, litføgur og góð.