Praktikantar í Bowlinghøllini í Havn

Hesar tvær seinastu vikurnar hevur 10. flokkur í Eysturskúlanum verið í starvsvenjing. Niclas Reginsson og Áki Vang valdu at fara í starvsvenjing í bowling høllina í Havn

Í viku 46 og 47 vóru Niclas Reginsson og Áki Vang í starvsvenjing í bowlinghøllini í Havn, Niclas hevði hoyrt frá einum vinmanni, at her var sera gott at vera, og valdi so at royna tað.

Teimum dámdu væl at vera har, og hildu at tað var sera áhugavert. Eisini siga teir, at teir ikki høvdu havt nakað ímóti at arbeitt í bowlinghøllini. Teir kundu velja at møta klokkan 11.00 og fáa frí klokkan 16.30, ella kundu teir møta klokkan 17.00 og fáa frí klokkan 22.00.

Tá teir vóru í Bowlinghøllini , stóðu teir við kassan, vaskaðu banarnir um morgunin, ordnaðu maskinurnar, um okkurt skuldi verið galið, og eisini onnur smáting. Hetta hava verið tvær sera góðar vikur siga teir við einum smíli.