Jan Tausen Zachariassen er yngstur av sjey systkjum og fimm av teimum eru deyv. Sum deyvur er samskifti við restina av hoyrandi heiminum, og skrivaða orðinum, týðiliga avmarkað, og tí vil Jan umseta søgur úr Bíbliuni til teknmál, og hjálpa teimum deyvu at skilja.
Sum deyvur smádrongur í Norðagøtu máttu vinmennirnir hjá Jan, og teir tveir hoyrandi beiggjarnir, læra seg at samskifta og spæla við Jan. Teir skaptu sítt egna mál, sum teir brúktu at samskifta við hann á. B
Nú býr Jan í Danmakr har hann virkar sum trúboðari og pastorur, men tað stóra arbeiði Jan ger júst nú er at tíða Bíbliuna til teknmál. Hetta verður gjørt í samstarvi við viðurkenda felagsskapin "Wicliffe Bible Translators". Tað er ein avbjóðing hjá nógvum deyvum at lesa tekstir, og at skilja tað tey lesa. Nógv av tí, ið skrivað verður hevur undirskilta meining í, sum gongur út frá, at tú ert hoyrandi og tískil skilur alla meiningina í tekstinum. Hetta er ein stór avbjóðing hjá nógvum deyvum, sum eisini hava trupulleikar við at lesa. Jan greiðir frá, at 80 prosent av teimum deyvu hava torført við at skilja tekstirnar tey lesa, av tí at tey onki hoyra og fáa ikki tað fatanina sum tey hoyrandi fáa, og tí verður avmarkað skilja tey ikki alt sum fer fram. Tí ger Jan filmsbrot, sum forklára bibliusøgurnar á teknmáli, sum síðani verður gjørt til fløgur og býtt út til tey deyvu. Øll Bíblian sum hon er veður gjørt til slík video, og tað er eitt veldugt arbeiði, sigur hann.
Meir er at lesa um Jan í Sosialinum mánadagin










