Føroya Musikkskúli skipaði mánadagin 16. november og týsdagin 17. november fyri royndum og próvtøkum. Próvdómari var Christopher Bayston frá Associated Board of the Royal Schools of Music í Bretlandi. Royndirnar vóru á musikkskúlanum í Havn, og fjøruti næmingar, sum ganga í musikkskúla ymsa staðni í landinum, høvdu teknað seg.
Royndirnar eru soleiðis skipaðar, at næmingarnir framføra ávís tónleikastykkir á teirra ljóðføri, og verða síðan bidnir at spæla nakrar tónastigar, tríklangir og at spæla nakað frá blaðnum, ið teir ikki hava sæð fyrr. At enda er hoyrilæruroynd við rytmu og sangi. Á hægru stigunum er eisini roynd í teori. Í skipanini eru átta torleikastig.
Allir teir 40 tilmeldaðu næmingarnir stóðu royndina og nakrir teirra við hægsta karakteri.
Ætlanin, at brúka hesa skipan, er, at geva føroyingum møguleika at fara til roynd í einari skipan við altjóða krøvum. Roynd verður aftur í mars 1999 og tað stendur einum og hvørjum frítt at fara til roynd - tó við teirra treyt, at ein musikklærari viðmælir tilmeldingina.