Próvtøkunevnd sett

Nú verður møguleiki, at tekna seg til próvtøku, at gerast løggildur grannskoðari. Próvtøkan verður hildin á Føroya Handilsskúla tann 12 og 13. august 2013.

Fyri at sleppa til próvtøku at gerast løggildur grannskoðari krevst:

1) At umsøkjarin frá einum útlendskum handilsháskúla/universiteti hevur staðið eina útbúgving svarandi til grannskoðarakandidatútbúgvingina (cand. merc. aud.).

2) Útbúgving í føroyskum skattarætti.

3) At umsøkjarin í minsta lagi 3 ár eftir at hava fylt 18 ár, hevur luttikið í grannskoðaraarbeiðum, sum viðvíkja grannskoðan av ársrapportum ella tilsvarandi roknskaparrapporteringum í einum løggildum grannskoðaravirki og soleiðis, at minst 2 ár av arbeiðinum er framt, eftir at grannskoðarakandidatútbúgvingin er staðin.

Skráseting Føroya hevur sett eina próvtøkunevnd at skipa fyri próvtøku til skrásettan og løggildan grannskoðara. Próvtøkunevndin hevur gjørt samstarv við donsku próvtøkunevndina undir Erhvervsstyrelsen og verður tann føroyska próvtøkan tann sama sum danska próvtøkan. Tó verða spurningarnir í skattarætti svaraðir sambært føroyskum skattarætti.

Í próvtøkunevndini sita:

Aina L. Knudsen, forkvinna

Eyðfinnur Jacobsen, sakførari

Fróði Sivertsen, grannskoðari

Heri Joensen, búskaparfrøðingur

Birita Sandberg Joensen, sakførari

Kitty May Ellefsen, ráðgevi, er skrivari hjá nevndini.

Umsókn um at sleppa til próvtøku skal vera Skráseting Føroya í hendi innan 12. mai 2013.