Próvtøka hjá Landsgrannskoðaranum

Mikudagin 18. august var móttøka hjá Landsgrannskoðaranum í sambandi við at 6 fólk fingu prógv handað í eftirútbúgving í almennari grannskoðan.

Landsgrannskoðanin hevur seinasta árið, í samstarvi við donsku Ríkisrevisiónina, skipað fyri eftirútbúgving í almennari grannskoðan.


Undirvísarar hava verið: Kurt Keldebæk, cand.merc. statsautoriseraður revisor við spesiali í revisión og konsulentur í Ríkisrevisiónini, Rolf Elm-Larsen, cand.scient.pol. skrivstovustjóri á Ríkisrevisiónini og eksternur lektor á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn, og Beinta Dam, cand. merc. aud., landsgrannskoðari.


Tey, sum hava verið til próvtøku, eru: Jens Johan Dam, Hallbjørg H. Hansen, Jákup Danielsen, Karsten Saxov, Malan J. Tauser og Christin Arason.