Kommunusamanlegging
Alt tos um at leggja alla Suðuroy saman í eina kommunu, er nú dovnað burtur í einki.
Tað var annars í heyst at spurningurin um at leggja alla Suðuroy saman í eina kommunu, av álvara varð sett á breddan.
Tað var Granskingardepilin fyri Samferlagsmenning, sum setti skjøtil á málið í heyst og eftir áheitan frá borgarstjóranum í Vági gjørdi depilin eisini eitt upprit um, hvussu ein samanleggingartilgongd kundi vera.
Síðani tá hava hava tveir fundir verið um spurningin, ein í Porkeri ein mánað eftir nýggjár og tann seinni í Fámjin tíðliga í vár.
Tá ið ein mánaði var farin av valskeiðnum, varð mett, at nývaldu kommunustýrini høvdu havt høvi til at viðgera málið.
Tískil varð kallað saman til fundar, men tá vóru nývaldu kommunustýrini ongan veg komin at viðgera spurningin.
Men tá varð einaferð enn avtalað, at kommunustýrini skuldu viðgera málið sostatt varð aftur kallað saman til fundar í vár.
Eitt, sum tosað hevur verið um á teimum fundum, sum hava verið, er, at seta ein arbeiðsbólk við umboði, úr øllum kommunum at samráðast um eina samanlegging.
Á fundinum í vár varð avtalað, at í seinasta lagi flaggdagin 25. apríl, skuldu allar kommunurnar í Suðuroy havt viðgjørt málið og hava svarað aftur, um tær eru sinnaðar at vera við til at manna ein slíkan arbeiðsbólk.
Fleiri ikki svarað
Men Dennis Holm staðfestir, at hóast tað nú er farin tveir mánaðir út um freistina, eru tað enn nakrar kommunur, sum enn ikki hava svarað.
Harumframt hevur Vágs býráð svarað, at tað er ikki sinnað at fara undir eina samanlegging nú, men vil bíða við at taka støðu til málið, til kommunubólkurin, sum Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, hevur sett at viðgera kommunubygnaðin, verður liðugur seinni í summar.
Sostatt hevur málið ligið steindeytt seinastu mánaðirnar og Granskingardepilin, hevur nú slept endanum.
Depilin hevur onki hoyrt frá kommununum í fleiri mánaðir og Dennis Holm á Granskingardeplinum, staðfestir, at tað er ikki teirra uppgáva at dríva kommunurnar fram ímóti eini samanlegging.
Og tá ið tey onki hava hoyrt frá kommununum í fleiri mánaðir, taka teir tað sum eitt tekin um, at nú eiga teir ikki at gera meiri við málið og tískil hava teir slept tí.
- Vit taka ikki fleiri initiativ í málinum, tí tað er ikki okkara borð at sita í førarasetrinum, staðfestir Dennis Holm.
Snávingarsteinar
Tað hava verið ymsir snávingasteinar á vegnum fram ímóti kommunusamanlegging í Suðuroy og tað tykist sum um at tað er skjótt, at okkurt kann koma í vegin.
Tá ið málið varð tikið upp í heyst, vóru tað fleiri kommunupolitikarar, sum hildu, at tað var skeivt av fráfarandi kommunustýrum at seta gongd á málið, eftir sum kommunuval skuldi vera og nýggj kommunustýri skuldu taka við á nýggjárinum. Tískil var ráðandi hugsjónin tann, at samanlegging varð ein uppgáva, sum tað var hóskandi at tey nývaldu kommunustýrini tóku sær av.
Men hóast tey tey nývaldu kommunustýrini nú hava sitið í eitt hálvt ár, er enn lítið hent í málinum. Summar kommunu hava ikki svarað um tær vilja vera við arbeiðsbólkinum og nú vil Vágs Býráð bíða eftir einum útspæli úr landsstýrinum.
Dennis Holm dugir ikki at siga um hetta skal tulkast sum um at tað innast inni er mótvilji ímóti at leggja saman, ella um kommunustýrini hava so mikið at hugsa um í hesum krepputíðum, at tey ikki hætta sær undir eina samanlegging eisini og at betala tað, sum tað fyrireikandi arbeiðið hevði kostað.
Hinvegin tulkar hann eisini støðuna soleiðis, at tá ið kommunur ikki hava svarað, er tað í veruleikanum eisini eitt svar. Men niðurstøðan hjá honum er, at í løtuni er tað ikki áhugi fyri at arbeiða víðari við málinum og tí ger Granskingardepilin ikki meiri við tað.
Forðar vakstrarætlan
Hinvegin er eisini vandi fyri, at tað, at Suðuroyggin ikki leggur saman í eina kommunu, er ein forðing fyri at gera nógv umrøddu vakstraravtalu fyri oynna, sum hevði til endamáls at menna hana vinnuliga.
Tosað hevur verið um eina vakstraravtalu í fleiri ár, men fleiri politikarar hava sett sum treyt, at oyggin verður løgd í eina kommunu fyrst.
Dennis Holm dugir ikki at siga, hvussu stórur bági tann væntandi samanleggingin er fyri eina vakstraravtalu.
Men hann sigur í øllum førum, at tað er at blanda tvey viðurskifti saman, sum onki hava við hvørt annað at gera.
- Er vilji til at fara undir eina vakstraravtalu, er kommunubygnaðurin ongin forðing, tí tey bæði hava onki við hvørt annað at gera, sjálvt um tað sjálvandi lættari at tosa við ein part, heldur enn sjey, sigur samfelagsfrøðingurin.