Í Sosialinum í morgin fara vit at práta við Mortan Johannesen, Mortan hjá Andriasi, um nógv umrødda málið í seinastuni – livratøku.
Mortan, sum hevur verið fiskimaður at kalla alt sítt lív, hevur hug at gera viðmerkingar til ymiskt av tí, sum granskarin, Hóraldur Joensen, hevur ført fram um livir og livratøku.
Hóraldur heldur, at føroyska samfelagið missir einar 2 miljardir krónur um árið, tí innvølur á fiski í stóran mun fer út ígjøgnum lensiportrini á skipi. (-vilmund)