Prát: Fremsta kvinnudeildin í dag

Tveir dystir vóru í tí fremstu kvinnudeildini í hondbólti í dag. Suðuri í Vági vann Neistin 20-22 (8-10) á VB, og í Klaksvík vann Stjørnan 33-25 (18-11) á StÍF.

 

Seint seinnapartin prátaði Rás2 við Guðrið Mortensen hjá VB. Prátað var eisini við venjaran hjá Neistanum, Kára Horn. Ringt var eisini til Svein Rógva N. Ljósstein, venjara hjá Stjørnuni.

 

Tað ber til at hoyra prátini við Guðrið Mortensen, Kára Horn og Svein Rógva N. Ljósstein undir greinini.