Prísvøksturin hægri enn í Danmark og Noregi

Prísvøksturin í Føroyum er hægri enn í Danmark og Noregi og á leið tann sami sum í Íslandi Tað vísir ein samanbering, sum Hagstovan hevur gjørt við brúkaraprístalið í hinum londunum.

Prísvøksturin í Føroyum tað seinasta árið er 3,4 prosent, og tað er tað sama sum í Íslandi. Í Danmark var hann 1,1 prosent og í Norra 0,4 prosent í sama tíðarskeiði.

Matvørur dýrkaðu í summar, og tað er eisini vorðið dýrari at eiga ella at leiga hús ella íbúð. Brúkaraprístalið var eitt prosent hægri í triðja ársfjórðingi enn í øðrum, men 3,4 prosent hægri enn fyri einum ári síðani, sigur Hagstovan.