Prísvøksturin annan ársfjórðing var 2,2 prosent

Frá fyrsta til annan ársfjórðing hækkaði brúkaraprístalið 2,2 prosent, úr 113,9 til 116,4

Tað er framvegis prísvøksturin á brennievni og matvørum, sum toga prístalið uppeftir.

Prísurin á brenniolju til húsarhald er farin 20,2 prosent upp, og prísirnir á brennievni til bilar 11,5 prosent. Eins og í fyrsta ársfjórðingi eru allir matvørubólkar dýrkaðir henda ársfjórðingin. Samanlagt eru matvøruprísirnir í handlum farnir 2,1 prosent upp, fyrsta ársfjórðing var vøksturin 1,3 prosent. Fyri veitingar á matstovum hevur prísvøksturin verið 4,1 prosent móti 2,6 prosentum fyrsta ársfjórðing. Frítíð og mentan er farið 1,1 prosent upp, serliga av prísvøkstri á ferðing til útlond, skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari.