David Jacobsen frá Varðanum í Gøtu sigur, at teir vóðru klárir at bjóða, men tá minsti prísurin var ásettur at verða 30 oyru pr. kg, vildu teir ikki verða við meira.
- Tilfeingisgjaldið, sum hevur verið, tað hevur verið 20 oyru. Nú seta teir prísin á 30 oyru og manningin luttekur ikki, tað vil siga, at vit eru uppi á 40 oyrum, sum er dupult tilfeingisgjald. Tað er stutt greitt orsøkin, at vit ikki bjóðaðu, sigur David Jacobsen.
David Jacobsen sigur, at fiskurin skal fiskast í november og desember og tað er eingin trygd fyri nøkrum fongi. Tì var prísurin ov høgur til tann ótryggleika, sum eisini er tengdur at fiskarínum.