Um nøkur ár fer prísurin á streymi at lækka aftur. Tað segði nevndarformaðurin í SEV, John Zachariasen við útvarpsstøðina FM1 í gjár.
Í gjár boðaði SEV frá, at á nýggjárinum fer prísurin á streymi at hækka 10 oyru kilowattið, umframt mvg, og hjá einum vanligum húsarhaldi, sum brúkar 6.000 kilowatt um árið, merkir tað ein eykarokning upp á 750 krónur um árið.
Men hjá summum verður talan um eina nógv størri rokning: Les meiri her: Lokkaði okkum við lyftum um sparingar
SEV sigur, at ein orsøk til tað er, at spurningurin eftir streymi veksur alsamt og tískil brúka oljuriknu elverkini hjá SEV meiri olju, og samstundis er oljuprísurin hækkandi.
Annars segði Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, við KvF í gjár, at SEV ætlar eisini at hækka prísin nakað næsta ár, men tað væntaði hon ikki, at Tórshavnar Kommuna, sum er nógv størsti eigari í SEV, fer góðtaka.
Í FM1 vísir nevndarformaðurin á, at tað er nógv dýrari at gera streym við olju enn grønum við vindi og vatni, men ætlanin er at fara undir stórar útbyggingar á hesum øki fyri at sleppa undan at brúka olju. Og tað merkir, at um nøkur ár er ætlanin at prísurin á streymi fer at lækka nakað aftur.
Nær tað verður, kanst tú hoyra nevndarformannin greiða frá við at trýsta á pílin undir myndini.