Tað eru nógv viðurskifti í fiskivinnuni, vit ikki rættiliga hava stundir at geva okkum far um.
Nú trolbáturin, Búgvin, er á veg niður til Scrabster við fullari last av toski, vænta teir sær 10 krónur minni fyri kilo av rognum, enn um teir seldu rognini í Føroyum.
Rognaprísurin í Føroyum er nevniliga rættiliga góður og nógv betri enn í Skotlandi.
Theodor Poulsen, sum eigur Búgvan saman við tveimum øðrum, sigur, at prísurin fyri toskarogn í Føroyum er einar 36-36 krónur fyri kilo, meðan hann liggur um 25 krónur fyri kilo í Skotlandi. Prísmunurin er tískil einar 10 krónur.
Gera mun
Theodor dugir ikki rættiliga at siga, hvussu stórur prosentpartur av toskinum, rognini eru, men hann metir, at tey telja eini 10%.
? Vártúrarnar hava vit javnan eitt tons av toskarognum, og tað gevur okkum einar 35.000 krónur aftrat søluni av sjálvum fiskinum. So, hetta er rættiliga munagott.
Hann vísir á, at prísurin á rognum byrjaði so spakuliga at fara uppeftir í fjør ella fyrraári, og í dag er hann rættiliga góður og hevur stóran týdning fyri samlaðu søluna.
? Vit taka altíð toskarognini hesa tíðina av árinum, tí tey eru nógv dýrari enn sjálvur fiskurin og hála tískil samlaðu søluna uppeftir, sigur hann.
Theodor Poulsen vísir á, at í fjør fingu bátar eisini góðan prís fyri silini, sum hann heldur enda í Japan.
? Vit hava so ongantíð tikið sil, sigur hann.
Besta tíðin at taka toskarogn er í februar og mars.