Prísurin á olju ov høgur

Sambært Bloomberg News, so heldur aðalskrivarin í OPEC, Abdulla El-Badri, at oljuprísurin nú er heldur høgur. Hann heldur, at orsøkin til tann høga prísin í løtuni er ein veikur dollari, partabrævamarknaðurin og spekulatión.

Oljuprísurin er hækkaður síðstu dagarnar, samstundis sum dollarin er viknaður. Í dag varð Norðsjóvaroljan seld fyri 77 dollarar tunnuna.

Tað eru nógvar gitingar um, hvønn veg oljuprísurin fer at sveiggja. Onkur heldur, at ein batnaður heimsbúskapur fer at økja um eftirspurningin. Hinvegin, so eru eygleiðarar ósamdir um, hvat tað er, sum trýstir oljuprísin upp. Er tað ein batnandi heimsbúskapur ella bert spekulatión?

Um hetta seinna er galdandi, so kann hann eisini skjótt fara hinvegin aftur. Hetta hava vit eisini sæð er hent tað síðsta árið. Í øllum førum kann sigast, at sveiggini í oljuprísinum hava verið sera stór tað síðsta árið, og trupult er at meta um, hvønn veg prisurin nú fer at fara meta fleiri altjóða eygleiðarar.

Men sambært Bloomberg News, so heldur aðalskrivarin í OPEC, Abdulla El-Badri, at oljuprísurin nú er heldur høgur. Hann heldur, at orsøkin til tann høga prísin í løtuni er ein veikur dollari, partabrævamarknaðurin og spekulatión. Eisini sigur hann, at OPEC felagsskapurin stuðlar USA í at fyribyrgja spekulatión á oljumarknaðinum.

Sambært honum, so hevur OPEC eina tøka framleiðsluorku uppá 6-7 milliónir tunnur um dagin, sum er rættuliga nógv. Um so er, so kann OPEC koyra meira olju út á marknaðin, um felagsskapurin heldur, at prísurin verður ov høgur. Samstundis arbeiðir felagsskapurin við 150 verkætlanum, sum skulu økja enn meira um framleiðsluorkuna.