Prísurin á Norrönu almennur í februar

Danska blaðið Søfart metir nýggju Norrönu at kosta einar 750 millónir, men Smyril Line heldur prísin loyniligan til fíggingin er komin upp á pláss

? Tølini hjá Søfart standa fyri teirra egnu rokning. Prísurin á nýggju Norrönu er ikki farin út til almenningin, og fer hann heldur ikki út fyrr enn øll fígging er komin upp á pláss.

Óli Hammer, stjóri á Smyril Line, ger greitt, at talan er um egnar framrokningar hjá blaðnum, tá Søfart metir prísin á nýggju Norrönu at vera einar 750 milliónir krónur.

? Hóast eg ikki fari at almannakunngera prísin enn, kann eg siga, at hann liggur langt frá hasari upphæddini, sigur Óli Hammer og vísir á, at seks boð komu uppá at byggja nýggju Norrönu, og var okkurt teirra væl lægri enn 750 milliónir krónur.

Hjá Smyril Line vænta tey, at fíggingin kemur upp á pláss einaferð tíðliga í komandi ári, og fæst byggiprísurin tá at vita.


Væleydnað vetrarsigling

Vetrarsiglingin hjá Norrönu sýnist vera væl eydnað. Skipið fer fullfermt av Havnini við kós móti Hanstholm hvørt hóskvøld. Annaðhvørt mánakvøld ger skipið sama túr, og tá er skipið eisini nærum fullsett hvønn túr.

Orsøkin til, at Norröna eisini fór at sigla mánakvøld var tann, at skipið ikki megnaði at taka allan farmin við hvønn túrin. Men nýggja Norröna skal hava tvey trailaradekk, og fer hon at taka tríggjar ferðir so nógvar trailarar, sum gamla Norröna. Tískil verður ikki neyðugt framhaldandi at hava gomlu Norrönu í reiðaríðnum, tá tann nýggja er komin.

? Tað verður helst við sorgblídni, at vit selja hetta góða skip, sum hevur tænt okkum so leingi. Men hava jú einki at brúka gomlu Norrönu til, tá tann nýggja er komin, og tí mugu vit sjálvsagt selja hana, sigur Óli Hammer.