Prísurin má upp

Fólkaheilsuráðið heldur, at verður upplatingartíðin hjá Rúsuni broytt, og atkomumøguleikarnir til rúsdrekka betri, so má prísurin upp fyri at tálma nýtsluni

Einkarsøla

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Fólkaheilsuráðið sigur í sínum viðmerkingum til uppskotið hjá Johan Dahl, landsstýrismanni í Vinnumálum, um at loyva Rúsdrekkasølu Landsins eisini at hava opið leygardagar frá klokkan 10 til 16, at tað hevur ofta víst á, at vit hava bert atkomiligheit, prís og hugburð at regulera nýtsluna við.

- Nýtslan táttar nú í sjey litrar av reinum alkoholi uppá fólkið árliga. Hetta merkir, at um so skuldi verið, at víðkaða handilstíðin hevur vøkstur í nýtsluni við sær, so má Rúsdrekkasølan vera til reiðar at hækka prísin, sigur Fólkaheilsuráðið.



Rúsan viðgerast sum apotek

Fólkaheilsuráðið heldur eisini, at tað er púra óviðkomandi í hesum málu, hvussu nógv Rúsdrekkasølan skal hava í yvirskoti.

- Rúsdrekkasøla Landsins er at rokna sum apotekini í Føroyum, eitt veitingarstað av serligari vøru, sum ikki er at rokna sum vanlig handilsvøra, men hinvegin ein vøra, sum hevur møguligan stóran skaðavirkning upp á einstaklingar og samfelag, staðfestir Fólkaheilsuráðið, og mælir til, at hetta er tað grundleggjandi sjónarmiðið, sum tey mæla til, verður lagt til grund í viðgerðini av viðurskiftum Rúsdrekkasølu Landsins framyvir.