Hvør er fíggjarliga avleiðingin, og skulu pengar játtast á fíggjarlógini?
Svarið upp á henda spurningin hevur alstóran týdning fyri, um tað eydnast einum lobbyisti at fáa politiska undirtøku ella bara áhuga fyri einum máli.
Tað veit Sonja Jógvansdóttir alt um. Hon er samskipari í Samtak, samstarvsfelagið hjá teimum fimm fakfeløgunum Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Fiskimannafelag, og so er hon eisini sum samkynt aktiv í LGBT.
LGBT kostar onki
Í báðum førum er lobby-virksemi fremsta uppgáva hennara, men tað er munur á, hvør boðskapur er lættast at selja.
- Tað er tann boðskapurin, sum onki kostar. Sjálvandi skalt tú duga at forklára teg í báðum førum, og boðskapurin má vera fakliga væl undirbygdur og liður í eini strategi, men skal eg samanbera, so tykist tað verða lættari at fáa politikararnar at vísa áhuga fyri tí, sum LGBT roynir at fáa undirtøku fyri. Orsøkin er einfalt hon, at tað kostar onki. Borgarlig vígsla av samkyndum, til dømis, hevur onga eyka útreiðslu við sær. Málini hjá Samtak hava hinvegin ofta fíggjarligar avleiðingar, tí tey typiskt snúgva seg um skattaviðurskifti, pensjónsviðurskifti ella stríð fyri onkrum peningaligum ágóðum til limirnar, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Hon leggur tó dent á, at hóast LGBT tykist hava lættari við at fáa politiskt uppmerksemi samanborið við Samtak, so merkir tað ikki, at málini harvið hava lættari við at fáa ítøkiliga politiska undirtøku.
- Nei, tað hava tey als ikki, tí upperksemið gongur báðar vegir. Tey, sum eru ímóti eitt nú borgarligari vígslu av samkyndum reka jú mótkampanju við fullari ferð, staðfestir hon.
Einfaldur boðskapur
Tó, at boðskapirnir eru so ymiskir, og verða móttiknir á so ymiskan hátt, so er strategiski framferðarhátturin nøkulunda hin sami, sama um Sonja Jógvansdóttir ger lobby-arbeiði fyri Samtak ella fyri LGBT.
- Tað snýr seg um at formulera ein boðskap, sum øll skulu kunna skilja. Dugir tú tað, og hevur viljan og evnini, so kanst tú fáa okkurt ígjøgnum. Eg plagi at ímynda mær ommu mína, sum ikki er her longur, sum móttakara, tá eg skal hava ein boðskap út. Hon var ein púra vanlig føroysk kvinna, ið fylgdi væl við í politikki og samfelagsviðurskiftum annars. Um vanlig fólk ikki skilja ein boðskap, skalt tú heldur ikki rokna við, at ein politikari skilir hann, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Fyri LGBT heldur hon tað eisini hava týdning, at nógv og sterk umboð eru virkin í senn.
- LGBT hevur ein púra flatan bygnað. Har er ongin formaður, men tað ger so, at tey flestu kenna tað sum sína skyldu at vera virkin úteftir, sjálvt um tað sjálvandi eisini er so, at summi gera meira og summi minni, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Hála onnur við upp
Tað eru tó langt frá allir minnilutar, veikir samfelagsbólkar ella vælgerandi átøk í Føroyum, sum megna at seta seg so væl ígjøgnum við sínum boðskapum sum LGBT og onkur hendinga annar bólkur – eitt nú Landsfelag Pensionista og “Í menniskjum góður tokki”, sum Annlis Bjarkhamar, makin hjá Sonju Jógvansdóttir, stendur á odda fyri.
- Eg haldi ikki, at LGBT tekur nakað frá nøkrum, sjálvt um felagsskapurin kanska betri megnar at seta dagsskránna enn onkur annar. Tvørturímóti eigur tað at lyfta øll onnur upp, tá LGBT fær viðrák, tí felagsskapurin stríðist fyri grundleggjandi mannarættindum. Tað eigur at merkja, at um LGBT’arar hava tað gott í einum samfelag, so er tað sannlíkt, at aðrir bólkar eisini hava tað gott har, staðfestir Sonja Jógvansdóttir.