Prísurin fyri ikki at vilja ábyrgd

Orðini hjá Henrik Bjerre-Nielsen, stjóra í Finansiel Stabilitet, lata ongan iva standa eftir: Tað er fullkomiliga óviðkomandi, hvat árin tað hevur og fer at hava á føroyska samfelagið, at Eik eftir fáum tímum gjørdist ein danskur banki undir Finansiel Stabilitet.

Væl gjørligt at loysa bankarnar...
Henrik Bjerre-Nielsen, stjóri í Finansiel Stablitet, sigur í vikuskiftinum við Berlingaran: »Finansiel Stabilitet skal som hovedregel overtage en bank, hvis den ikke kan løse sine solvensproblemer. Hvis vi skal fravige den regel, skal det være en fordel for Finansiel Stabilitet og vores økonomiske interessenter, Det Private Beredskab og den danske stat. Den fordel var der ikke i dette tilfælde, hvor vi kunne bruge den positive værdi af færøske Eik Banki til at dække hullet efter Eik Bank Danmark,« forklarer Henrik Bjerre-Nielsen.

... so Eik kundi bjargast
Tað hevði sostatt væl borið til at latið Eik banka DK farið undir Finansiel Stabilitet uttan, at Eik Føroyar fylgdi við – júst so, sum nevndarformaðurin í EIK eisini upprunaliga fekk boð um. Tað hevði FS kunnað gjørt, um tað til dømis var til fyrimuns fyri danska statin. Men tað var tað ikki, og tí vildi ella kundi man ikki víkja frá reglunum. At tað hevði verið ein avgerandi og risastórur fyrimunur fyri føroyska samfelagið, er ikki partur av teimum kriterium, sum bankarnir verða vigaðir eftir. Ei heldur tann veruleiki, at Eik við hesum kundi verið bjargaður.

Danin ikki fanin
At eingi atlit yvirhøvur verða tikin til, hvat best er fyri at skapa størst gjørligan stabilitet á føroyska fíggjarmarknaðinum og í okkara búskapi, ber ikki til at lasta dønum ella donsku trygdarskipanini fyri. Tí landsins stjórn, hevur ongantíð veruliga roynt at skaffa okkum neyðugu møguleikarnar at ávirka.

Hevði landsstýrið frá byrjan av sett øll segl til fyri at tryggja sær luttøku beinleiðis í lógarsmíðnum við bankapakkunum og verið umboðað í skipanini við fíggjarligum støðufesti, so høvdu føroyingar ikki sitið uttan innlit og nakra sum helst ávirkan, tá avgerðin skuldi takast um lagnuna hjá einum føroyskum banka. Tað hevði sjálvandi kravt nógv arbeiði og lagt stóra ábyrgd á landsstýrisins herðar. Men, landsstýrið valdi tann lætta vegin. At lata danir orna tað heila, so eingin lítlifingur møddist.

Bankapakkar uttan ábyrgd
Tjóðveldi vísti beinanvegin á, at tá føroysku bankarnir gjørdust partar av tryggingarskipanini við bankapakkunum, so skuldi vit eisini tryggja okkum ávirkan á og umboð í teimum skipanum sum vóru settar upp. Kom føroyskur banki í trupulleikar og undir viðgerð í avtøkufelagnum, so skuldu føroyskir myndugleikar kunnast og takast við í viðgerðina á sama støði, sum teir donsku. Hetta varð, sum fleiri hava víst á, lagt fram sum broytingaruppskot bæði til bankapakka I og II.

Tá bankapakki II var ávegis, tyktist løgmaður hóast alt, at fara at leggja eitt sindur fyri, til tess at fáa ávirkan. Hann bað Anders Fogh Rasmussen um at landsstýrið slapp við í fyrireikingarnar til bankapakkan, “således at også vi kan forberede sagerne på en god og ordentlig måde i landsstyret såvel som i Lagtinget”.
Men her varð ongantíð veruliga strongt á, og landsstýrið góðtók, at táverandi forsætisráðharrin bara ypti øksl. (Ummælt í lesarabrævi frá undirritaðu “Takk, Takk, søde hr. Statsminister”, januar 2009)

Væntandi vilji landsstýrisins
Tað snýr seg ikki á nakran hátt um at frátaka fráfarnu leiðsluni í Eik og Eik-grunninum ábyrgdina fyri, at bankin fór á húsagang. Tað snýr seg um, at høvdu vit havt innlit og ávirkan, so hevði fokusið ikki einans verið á, hvat var best fyri danska statin og Finansiel Stabilitet, men eisini fyri føroyska fíggjargeiran, tá talan var um ein føroyskan banka. Og landsstýrið hevði ikki havt nakran møguleika at sitið sum nevsligin lundi, men hevði sitið við ábyrg og við møguleikanum at ávirka endaligu avgerðina. Og ein føroyskur stórbanki hevði neyvan eftir 57 tímum farið á danskar hendur.

Hevði landsstýrið átt vilja og evnini at taka ábyrgd, so hevði stjórin í Finansiel Stabilitet kanska orða seg nakað soleiðis: “Vi valgte at vige fra reglerne og skille bankerne ad, så det kun var den danske del af Eik, der kom under Finansiel Stabilitet. Dette blev gjort efter en grundig vurdering, hvor der ikke kunne være nogen tvivl om, at det var af største betydning for Færøerne, at Eik banki fik mulighed for at fortsætte med ny indskudskapital.”

Prísurin fyri ikki at vilja taka ábyrgd er høgur.