Nú Heilsutrygd skal spara 1,5 milliónir krónur og Heilsu- og Innlendismálaráðið hevur valt at loysa avbjóðingina við at minka um tilskotið fyri tilskotsheimilaðan heilivág.
Broytingarnar í stiganum, sum verður nýttur at rokna tilskotið hjá tí einstaka út, eru so snikkaðar, at tað skal raka tey, sum hava mest tørv á tilskotsheimilaðum heilivági og sum tí allarhelst eisini rinda mest, minst.
Hetta merkir, at mesta gjaldið, sum fólk millum 18 og 67 ár nú skulu rinda fer úr 2.060 krónum í árið upp í 2.156 krónur um árið, tvs ein hækking upp á 96 krónur, og gjaldið fyri tey yvir 67 hækkar við 164 krónum úr 1.317 krónum í árið upp í 1.481.
Hetta merkir tó eisini, at tey, sum ikki rinda so nógv, rinda lutfalsliga meiri í mun til nú. Nýggi tilskotsstigin er broyttur, soleiðis, at fyrsta stigið, tað er tað, sum eingin stuðul verður veittur fyri, verður hækkað úr 509 krónum upp í 975 krónur. Tú skalt tí nú rinda fyri næstan dupult so nógvan tilskotsheimilaðan heilivág, áðrenn tú fært nakran fíggjarligan stuðul frá Heilsutrygd.
Í øðrum stigi, er stuðulin lækkaður við 5 prosentum, úr 40 niður í 35 prosent og í triðja stigi eisini við 5 prosentum, úr 60 niður í 55 prosent. Harafturímóti er stuðulin í fjórða stigi hækkaður við 10 prosentum, úr 75 upp í 85 prosent. Men meðan tú áður fekk rætt til stuðul á fjórða stigi, tá tú hevði keypt fyri 2.034 krónur, skalt tú nú keypa fyri 2.400 krónur. Og fyri at náa upp á fimta stig, sum gevur 100 prosent stuðul frá landinum, skalt tú rinda yvir 5.700 krónur, í mun til 5.391 krónur í dag.
Í viðmerkingunum til uppskotið vísir Heilsu- og innlendismálaráðið nøkur dømi fyri, hvussu broytingarnar fara at raka.
18 – 67 ár | Galdandi tilskotsstigi | Nýggjur tilskotsstigi | Munur um árið |
1.000 krónur | 803,6 krónur | 991,25 krónur | 187,65 krónur |
2.000 krónur | 1.207 krónur | 1.481,25 krónur | 274,25 krónur |
4.500 krónur | 1.837 krónur | 1.976 krónur | 139,15 krónur |
Í mesta lagi | 2.059,85 krónur | 2.156,25 krónur | 96,40 krónur |
Talvan vísir, at ert tú millum 18 og 67 og keypir heilivág fyri 2.000 krónur, skalt tú undir verandi skipan rinda 1.207 krónur sjálvur, men undir nýggju skipanini rinda 1.481,25 krónur. Tað er ein vøkstur upp á 274,24 krónur um árið, ella yvir 22 prosent.
67 ár og eldri | Galdandi tilskotsstigi | Nýggjur tilskotsstigi | Munur um árið |
1.000 krónur | 803,6 krónur | 991,25 krónur | 187,65 krónur |
2.000 krónur | 1.207 krónur | 1.481,25 krónur | 274,25 krónur |
4.500 krónur | 1.317,35 krónur | 1.481,25 krónur | 163,90 krónur |
Í mesta lagi | 1.317,35 krónur | 1.481,25 krónur | 163,90 krónur |
Talvan yvir egingjøldini hjá teimum yvir 67 ár er meinlík tí fyrri, tó at har er eitt loft sett á, so at egingjaldið ikki kann fara upp um 1.481,25 krónur, sum kortini er 163,90 krónur meiri enn í dag, ella yvir 12 prosent hægri.