Hóast Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelagi, í grein í Sosialinum mikudagin sigur, at Íslandssáttmálin er bláoygdur og skapar trupulleikar fyri føroyingar, so heldur Jørgen Niclasen ikki, at tað er soleiðis.
- Vil mann nakað í heiminum, má mann tola, at handil gongur báðar vegir. Tað er altíð ein fyrimunur fyri vinnulív at liggja í harðari kapping, so eg síggi ongan trupulleika í hesum, sigur uttanríkisráðharrin. Hann leggur afturat, at Íslandssáttmálin gongur báðar vegir, og at føroyskar fyritøkur hava gjørt stór arbeiðir í Íslandi.
Jørgen Niclasen vísir á, at tað ber til at gera avmarkingar í útbjóðingini, um mann endiliga vil føra ein protektionistiskan politik, sum hann orðar seg.
Sáttmálin hevur manglar
Jørgen Niclasen er hinvegin samdur við Jóhani Dahl, sum heldur at Íslandssáttmálin hevur manglar.
- Tað sigur seg sjálvt, at tá ein sáttmáli er lutfalsliga nýggjur, so stinga ting seg upp alla tíðina, har mann skal avgera, um talan er um diskriminatión ella bara lógir. Vit síggja tað við íslendsku fyritøkuni, ið skuldi innflyta vatn til Føroyar. Har sóu vit, at ov nógv at onkrum var í vatninum, sum gjørdi, at tað ikki helt føroyska lóggávu. Viðvíkjandi mjólkaúrdráttum sóu vit hinvegin, at íslendingar diskrimineraðu føroyingar eitt sindur, men hetta er komi upp á pláss, vísir Jørgen Niclasen á.
Hann leggur afturat, at hetta er størsti handilssáttmálin, sum íslendingar og føroyingar, hvør í sær, nakrantíð hava gjørt, og tí verða altíð nøkur ting mann má diskutera. Hann metir eisini, at ein positivur andi hevur verið alla tíðina, tá ivamál hava verið.