Prísurin á flogferðaseðlum í botni

Tað er vorðið nógv bíligari hjá dønum at ferðast við flogfari, og higartil í ár hava prísirnir á flogferðaseðlum verið so lágir sum ongantíð fyrr. Eitt nú er prísurin á einum flogferðaseðli úr Keypmannahavn til París minkaður meiri enn eina helvt í ár, og kemst tað av, at feløgini EasyJet og Norwegian eru farin at kappast við hini feløgini á hesari rutuni.

Hinvegin er greitt, at tað verður dýrari at flúgva til fleiri býir í Evropa í komandi tíð, og roknað verður við príshækkingum á fleiri rutum næsta ár.

-Orsøkin er, at kassarnir hjá fleiri flogfeløgum eru um at tømast, og at tey tí eru noydd til at seta prísin upp, sigur Ole Kirchert Christensen, stjóri í ferðavinnufyritøkuni Travelbroke, við JydskeVestkysten. Hann roknar tó ikki við stórvegis príshækkingum fyrr enn í fyrsta lagi næsta summar.

Í Norwegian vilja tey heldur ikki avsanna, at tað kann blíva dýrari at flúgva næsta ár. Johan Bisgaard Larsen, talsmaður, sigur, at kapping er frá bæði høgru og vinstru, og at tað tí er torført at siga, hvussu prísirnir fara at hátta sær.