Fiskaprísur
? Tað sær svart út.
Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum sigur, at í komandi tíðum fer inntøkan hjá øllum, sum hava við fiskivinnu at gera, at fella munandi.
Hann sigur, at hesa seinastu tíðina er prísurin á fiski fallin minst 20% sum heild.
Hann sigur, at tað er prísurin á marknaðinum, sum vit selja fiskin til, sum er nógv fallin seinastu tíðina.
Hetta er galdandi fyri allan fisk, líka frá rækjum til flakið av flakatrolarunum.
? Og tá ið prísurin á heimsmarknaðinum fellur, ávirkar tað prísurin ígjøgnum øll liðini, heilt til avreiðingarprísin.
Tí er eisini avreiðingarprísurin, sum føroysk skip fáa, eisini nógv lækkaður av tí sama.
Hann nevnir, at avreiðingarprisurin á stórum toski er ikki meiri enn 20-22 krónur kilo, men hann skuldi helst ligið uppi á 26-28 krónum, men hann var heilt uppi á yvir 30 krónur fyri kilo.
Á minni toski, hevur avreiðingarprísurin verið yvir 20 krónur kilo, men nú er hann ikki meiri enn 14 krónur fyri kilo.
Og á Upsa er avreiðingarprísurin farin niður í helvt, tí nú er hann ikki meiri enn einar tríggjar krónur fyri kilo.
Jákup Sólstein sigur, at hetta fer at merkjast í øllum samfelagnum, tí inntøkurnar hjá teimum, sum hava við fisk at gera, fara at lækka munandi, samstundis sum inntøkurnar hjá skipunum eisini fara at lækka munandi.
Jákup Sólstein sigur, at tað ringasta er, at sum heild eru útlitini í longdini onki serlig.
?Allastaðni, haðani vit frætta, er svartskygni rættiliga stórt, tí búskapirnir í londunum, sum vit selja til, er farin at rilla og summastaðni er búskapurin næstan steðgaður og tað trýstir prísin niður á marknaðinum og so mugu øll liðini í fiskivinnuni, heilt aftur til sjálv skipini, fylgja við.
Hann væntar tó, at í heyst fara prísirnir at vera eitt sindur betri aftur, enn teir eru nú.
Og hann vísir eisini á, at skipini hava havt nøkur góð ár nú, so nakað er at standa ímóti við hjá teimum flestu.
?Men standa tær vánaligu tíðirnar við, elle versna tær enn meiri, er tað skjótt uppi, leggur hann afturat.
Rokningin endar á einum staði
Jákup Sólstein stúrir fyri, at nú lønirnar á landi eru hækkaðar, fer tað eisini at ávirka avreiðingarprísin.
? Allar rokningar enda á einum staði og tað er á avreiðingarprísurnum. Prísurin á lidnaru vøru hava fiskavirkini í Føroyum als onga ávirkan á, tí hann verður avgjørdur í marknaðarlandinum. Fáa fiskavirkini øktar útreiðslur er sostatt bara ein máti at vinna peningin innaftur og tað er at lækka útreiðslurnar,. Og tað kann bara gerast upp á tveir mátar og tað er antin at rationalisera ella at lækka prísin á rávøruni.
? Tí er tað avgjørt ikki til gagns fyri fiskaprísirnar, at lønirnar eru farnar upp og eg stúri fyri at tað fer at trýsta avreiðingarprísin enn longri niður, sigur Jákup Sólstein.
Hann sigur, at hvussu nógv prírirnir fara at lækka av hesum ávum, veldst eisini um kappingarførið hjá virkjunum.