Prísurin fellur støðugt

Rættiliga fitt av útróðrarfiski er komin upp á land teir seinastu dagarnar. Bátarnir fáa mest av toski, men eisini nakað av hýsu, men prísurin er ikki so góður sum fiskiskapurin.

Í dag vóru knappliga 50 tons á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum, og tað mesta var útróðrarfiskur. Umleið 25 tons vóru av toski, tað mesta stødd II og III, sum fóru fyri ávikavist 12,99 krónur og 11,02 krónur fyri kilo í meðal.

Góð 12 tons vóru av hýsu, og meðalprísurin lá millum 7,40 krónur og 8,40 krónur fyri kilo.

Tey 50 tonsini, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, fóru fyri 535.000 krónur.