Prísurin er nógv hækkaður hesi seinastu árini

At gera ein tunnil nú er nógv dýrari enn tað var fyri trimum árum síðani

Hesi seinastu árini er tað vorðið nógv dýrari at gera tunlar. Tað upplýsir Fìggjarmálaráðið fyri Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, nú Løgtingið viðger uppskotið um at játta pening til tunlarnar Norður um Fjall. Fíggjarmálaráðið sigur, at hesi seinastu fáu árini er prísurin fyri at gera tunlar, hækkaðar yvir 30 milliónir.

Fíggjarmálaráðið sigur, at Viðareiðistunnilin, sum varð liðugur í 2016, er 1,9 kilometrar til longdar. Við byggiplássi, eykaavtalum og prísvøkstri sigur Landsverk, at har kostaði hvør kilometur 62,7 milliónir krónur. Tá verður mett, at tunnilin eigur 80 prosent av byggiplássútreiðslunum.

Hvalbiartunnilin verður liðugur um tríggjar mánaðir. Hann er 2,4 kilometrar til longdar. Við byggiplássi, eykaavtalum og prísvøkstri sigur Landsverk, at hann kostar 80,2 milliónir fyri kilometurin. Tá er roknað við, at tunnilin eigur 80 prosent av byggiplássútreiðslunum.

Eftir ætlan verða tunlarnir norður um Fjall lidnir í 2024. Tilsamans verða teir báðir tunlarnir 4,1 kilometrar langur. Við byggiplássi og prísvøkstri verður mett, at teir tunlarnir fara kosta 95,5 milliónir krónur fyri kilometurin. Tá er roknað við, at tunnilin eigur 80 prosent av byggiplássútreiðslunum.

Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum ásannar, at hvør kilometur av tunli er vorðin dýrari, sum árini eru liðin. Tey halda, at tað eru fleiri orsøkir til tað. Ein orsøk kann vera, at trygdarkrøvini eru herd og ein onnur orsøk kann vera, at lønirnar eru hækkaðar, og at prísirnir annars, eru hækkaðar.