Ídnaðarfiskur
Tvey føroysk skip, Christian í Grótinum og Norðborg, hava lagt svartkjaft, veiddur í føroyskum sjógvi, upp til Havsbrún í vikuni.
Christian í Grótinum hevði 1150 tons og Norðborg góð 1000 tons.
Tá ið vit frættu í gjár, lá Norðborg og landaði, og Christian í Grótinum var júst farin útaftur.
Trý íslendsk skip
Men tað eru eisini aðrir bátar enn føroyskir, sum hava landað til Havsbrún hesa vikuna.
Tríggir íslendskir bátar høvdu ávikavist 1400 tons, 600 og 300 tons; teir vóru Hakon, Bergur og Svanur, sum var hin seinasti í røðini.
Poul H. Sólstein á Havsbrún sigur, at veðrið royndist illa á leiðini vestanfyri miðskeiðis í hesi vikuni, og tá ið fiskiskapurin eisini var vánaligur, avgjørdu skipini at gevast.
Íslendsku skipini royndu eisini eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi.
Spurdur, hví íslendsku skipini landa í Føroyum og ikki í Íslandi, sigur Poul:
- Í fyrsta lagi var veðrið keðiligt, og tey høvdu styttri sigling higar til lands. Haraftrat kemur, at prísirnir á ídnaðarfiski í løtuni eru eini 10-12 oyru hægri í Føroyum enn í Íslandi, sigur hann.
Lægri ídnaðarprísir
Poul H. Sólstein veit annars at siga, at munandi prísfall hevur verið á ídnaðarfiski í ár.
- Sum heild, hava prísirnir verið eini 15% lægri enn í fjør.
Hann sigur, at prísfall hevur verið á so gott sum øllum úrdráttum úr fiski í ár.
- Prísfallið á ídnaðarfiski hevur so nógvar orsøkir, men sum heild kunnu vit siga, at marknaðurin í ár hevur verið meira stirvin enn annars. Nýtslan er minni, og tískil verður eisini minni keypt. Minni eftirspurningur, gevur vanliga lægri prísir, sigur Poul H. Sólstein at enda.










