Johan Dahl,
løgtingsmaður
Vágur 15.06.2006
Javnaðarflokkurin, sum sigur seg vilja verja tann veika í samfelagnum fremst av øllum, hvat er eftirhondini hansara veruliga aðalmál?? - og Fólkaflokkurin ja hann vita fólk flest hvat vil - meir til vælbjargaðu og minst møguligt til tey minni mentu, tað er ongin nýggjheit sum so.
Hvat vil Javnaðarflokkurin meldið klárt út
Eg seti stórt spurnartekin, við um Javnaðarflokkurin, sum sat í andstøðu tá blokkurin bleiv skerdur, veruliga var imóti at hesin skuldi skerjast? Ella var tað tá hjá parti av hesum flokki, einans spæl fyri gallarínum?
Jú víst vilja vit allir verða sjálvbjargnir, vit vita øll, at tað verða vit einans við størri inntøkuskapan í samfelgnum, og tá meini eg ikki inntøkuskapan við størri óbeinleiðis skattum og avgjøldum.
Um vit ikki eru førir fyri at fáa inntøkuskapanina til vega, sum kann fyllast í holini, sum verða orsakað av minkandi blokki, so fær samfelagið ein trupulleika, tí inntøkurnar skulu til vega so ella so fyri at upprætthalda kostnaðin av vælferðartænastunum í vælferðarsamfelagnum Føroyar framyvir.
Vit eru eftirbátar á t.d. pensjónsøkinum
Vit eru eftirbátar í fólkapensjónunum í mun til t. d. Danmark og við alt størri og størri kostnaði fyri húsarhaldið orsakað av alsamt hækkandi oljuprísum, so fáa vanligu fólkapensjónistarnir ikki endarnar at røkka saman, tí við einum gjaldi fyri olju upp á 1800-2000 krónur um mánaðin, so er soltið hjá mongum.
Hyggja vit eftir lønarlagnum í hinum norðanlondunum sum vit samanbera okkum við, so eru vit eisini væl aftan fyri hesi, men vit vilja helst veita somu vælferðartænastur og tær krevja inntøkur - nógvar inntøkur.
Blokkstuðulin eigur at hækka við prístalinum
Sjálvandi eigur blokkstuðulin at verða tillagaður prístalinum, og tí eigur Sambandsflokkurin eisini at halda fast um sítt krav framm til komandi samráðingar um blokkin.
Um vit hyggja í bakspeglið, so hevur Føroya land og harvið Føroya fólk mist eina inntøku fram til dagin ídag uppá 1 milliard og 648 milliónir.
Eg vil loyva mær at kalla blokkskerjingina fyri eina skemdargerð móti føroya fólki onki minni.
Høvdu vit havt klárað at tjent tað meira inn til samfelagið, sum erstattaði blokkin hevði sum áður nevnt kundi hetta rættvístgjørt fyri niðurskurðinum, - men tað hava vit ikki .
Blokkstuðulsmissurin kundi verið til stórt gagn
1 millión meira um dagin - 1648 milliónir inntil dags dato, til landshúsarhaldið hevði gjørt stóran mun til m.a. :
" Sjúkrahúsverkið
" Eldrarøkt
" Fólkapensjónir
" Infrastruktur ( vegir, havnir og tunnlar)
" Undirvísingarverk
" Gransking og framtíðarmenning av føroyska samfelagnum
Ella vit kundu havt goldið nógv størri part av okkara uttanlandsskuld niður við hesi upphædd, um tað var málið við peninginum.
Prístalsviðgerð av blokkstuðlinum vil gera, at blokkurin ikki minkar enn meira og tað eiga vit at halda fast við.