Matvørur eru vorðnar 8,7% dýrari seinasta árið, og brennioljan er dýrkað heili 45%, skrivar Hagstovan í seianstu prístalsuppgerðini Frá øðrum ársfjórðingi til triðja ársfjórðing hækkaði brúkaraprístalið 2,2 prosent, úr 116,4 til 119,0. Tað er framvegis prísvøksturin á brennievni og matvørum, sum toga brúkaraprístalið uppeftir.
Prísurin á brenniolju til húsarhald er farin 6,9 prosent upp, og prísirnir á brennievni til bilar 4,8 prosent.
Eins og annan ársfjórðing eru allir matvørubólkar dýrkaðir henda ársfjórðingin. Samanlagt eru matvøruprísirnir farnir 3,2 prosent upp. Annan ársfjórðing var vøksturin 2,1 prosent.
Umframt matvørur og brennievni eru tað sigarettir og tubbak, sum hava ávirkað prístalið mest, tubbaksvørurnar eru farnar 10,6 prosent upp seinasta ársfjórðingin.
Triðja ársfjórðing vóru brúkaraprísirnir í miðal 7,9 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør.
Tað hevur verið stórur prísvøkstur í flestu matvørubólkum seinasta árið. Prísirnir á oljum og fitievnum eru farnir 15 prosent upp, breyð og kornvørur 10,7, mjólk, ostur og egg 10,8, sukurvørur 11,1 og sodavatn 16,1 prosent.
Matvøruprísirnir samanlagt eru í dag 8,7 prosent hægri enn somu tíð í fjør.
Fyri veitingar á matstovum hevur prísvøksturin verið 7,5 prosent.
Prísvøksturin fyri býli samanlagt hevur verið 16,8 prosent seinastu tólv mánaðirnar. Av býlisútreiðslunum eru tað serliga orkan, sum hevur togað prístalið uppeftir. Samanlagt eru prísirnir á orku farnir 30,5 prosent upp, brennioljan 45,0 og ravmagn 8,0 prosent.
(kelda: www.hagstova.fo