Príslepin rættvísgjørdur

Tað hevur tikið sína tíð. Men Rio Ferdinand er nú av álvara um at prógva, at tað var ikki burtur úr vón og viti, tá Sir Alex á sinni gjørdi hann til dýrasta verjuspælara í heiminum

Premier League

Bert ein minutt undan leikloki gjørdist Rio Ferdinand dagsins hetja í reyða partinum av Manchester. Liverpool hevði annars havt munin, og allar helst átti Djibril Cissé at avgørt dystin, tá hann skammiliga sendi returin eftir stórbjargandi Van der Saard upp um málið.
Og so kundi Manchester United gera, sum teir so ofta hava gjørt undir leiðsluni av treiska Ferguson, sum eisini hevur potað hetta treisknið inn í spælarar sínar. Giggs sendi fríspark innfyri, og har kundi Ferdinand við pannuni stúta bóltin í kassan. Reina í Liverpool málinum toygdi seg í hvørjari lykkju, men hann rakk ikki bóltinum. Og so mátti Liverpool - eins og Arsenal og Chelsea hava gjørt tað - ásanna, at tað framvegis er trupult at fáa stig á Old Trafford. Kanska eru reyðu devlarnir ikki eins einaráðandi, sum teir vóru í 90'unum. Men teir eru enn partur av bretska toppinum.

West Ham og siðvenjan
Og tað sama kann sigast um Rio Ferdinand, sum hetta kappingarárið av álvara er farin at liva upp til lyftini um, at hann skuldi verða ein av heimsins bestu verjuspælarum.
West Ham hevur í mannaminni borið orð fyri at verða ein av stóru klekingardeplunum í enskum fótbólti. Nøgn sum Moore, Hurst og Peters standa enn í minninum á stoltu fótbóltstjóðini, eftir at teir í '66 vóru við til at vinna HM-steypið. Og eisini í dagsins fótbóltsonglandi er talan um fleiri nøvn, sum hava tilknýti til West Ham. Jermaine Defoe og Joe Cole vóru báðir partur av unglingunum, sum Harry Redknapp aldi upp. Og tað sama var Rio Ferdinand. Longu sum 17 ára gamal spældi hann fyrsta dystin í Premier League, tá hann kom á vøllin fyri Tony Cottee í seinasta dystinum av kappingarárinum 95-96. Hann gjørdist skjótt ein alt meira týðandi partur av liðnum hjá Redknapp, og bert 19 ára gamal fekk hann eisini fyrsta A-landsdystin.

Heimsins dýrasti
Stórfeløg sum Real Madrid og Barcelona taldust millum feløgini, sum vildu hava evnaríka unglingin í hópin, men tað gjørdist at enda Leeds, sum fyri £18 mió fekk spælaran í hópin. Hetta var í tíðini, tá Leeds av álvara vildi gera seg galdandi. Ikki bara í Onglandi men eisini í Europa, og við hálvfinaluni í Champions Leagu í 2001 tóktist ætlanin eisini at eydnast. Fíggjarliga styrkin í felagnum táldi tó ikki bakkastið, tá úrslitini gjørdust minni góð, og spakuliga varð felagið at kalla lensað fyri spælarar.
Sjálvur helt Ferdindan tó ein høgan standard, og við spælinum í HM-kappingini í 2002 kom hann av álvara í fokus aftur. Gongdin í Leeds var heldur ikki nakað serlig, og afturkomin úr HM boðaði hann leiðsluni frá, at hann vildi seljast.
Tað stóð eisini skjótt greitt, at sølan helst skuldi verða til Manchester United. Og tá Alex Ferguson at enda langaði £29,3 mió á borðið, sum við tíðini kann vaksa til £33,3 mió, fekk Leeds illa sagt nei. Ferdinand slapp til felagið, sum hann helst vildi spæla fyri. Og Alex Ferguson fekk mannin, sum hann helst vildi hava.
Dreymahandilin var upp pláss, og Ferdinand kundi nú fara undir at sannføra heimin um, at hann ikki bara var dýrasti verjuspælarin í heiminum. Men eisini tann besti.

Mótgongdin
Men tað hevur tó langt ífrá verið ein dansur á reyðum rósum, sum Ferdinand hevur havt í Manchester. Hóast royndirnar við árunum vóru vorðnar alt fleiri, so hevði hann enn lyndi til at missa hugsavnanina í einstøkum avgerandi støðum.
Men at hann á heysti 2003 gloymdi eitt doping-eftirlit, kom tó at kosta honum heilt nógv. Hóast eingi sum helst prógv - og heldur eingin illgruni - var um nýtslu av ólógligum evnum. So verður frávera til slíka roynd rokna sum positiv roynd. Og hóast Manchester United kærdi avgerðina, so fekk Ferdinand átta mánaða leikbann fyri gloymsku sína. Nakað sum eisini kostaði honum luttøkuna til EM-endaspælið í Portugal.
Og tá hann loksins aftur var partur av liðnum, stóð mótgongdin við. Sjáldan størri, enn tá hann leingi aftraði seg við at leingja avtaluna við Mancehster United, har áskoðararnir høvdu ilt við at skilja, at ein vikuløn um milliónina ikki var nóg mikið.
Spælið á vøllinum var heldur ikki longur eins sannførandi. Á landsliðnum hevði John Terry skúgvað Ferdinand til viks í verjuni, og onkursvegna var hann farin at líkjast einum ikki alt ov skilagóðum keypi. Men seinastu mánaðirnar er formkurvan aftur farin at peiggja rætta vegin. Spælið hevur verið sannførandi, og nú eru málini eisini komin. Tríggjar ferðir hetta kappingarárið hevur hann funnið meskarnar. Og við einsamalla málinum sunnudagin, mundi hann av álvara vinna seg í hjørtuni hjá viðhaldsfólkunum.
Men enn hevur hann eftir at prógva, at hann skal teljast millum teir bestu. Verandi landsliðssessurin er einamest íkomin, tí Sol Campbell hevur drigist við skaða í langa tíð. Og tí skal verandi støðið haldast nakað væl longri, um sessurin skal verða av tí varandi slagnum.

---

Fakta

Rio Ferdinand
Føddur 7. november 1978 í Peckham, London
Nummar 5

West Ham1996-2000158 dystir/2 mál
Leeds2000-200273 dystir/3 mál
Manchester United2002-?151 dystir/3 mál
Ongland1998/?44 dystir/1 mál