Prískríggj á breiðbandsmarknaðinum

Fyri viku síðani flutti Føroya Tele breiðbandshaldið yvir á VER-skipanina hjá sær og lækkaði prísin á haldunum.


Tað gingu bara nakrir tímar, so svaraði hitt telefelagið, Vodafone, aftur og lækkaði prísin á sínum haldum, og longu nú, eina viku seinni aftur, lækkar Vodafone prísin einaferð afturat.

 

- Vodafone Føroyar hevur sett sær sum mál at skapa kapping og lækka prísirnar á føroyska fjarskiftismarknaðinum. Og at kapping er góð fyri føroyska fjarskiftiskundan fekst aftur sjón fyri søgn í farnu viku, tá prísirnir á breiðbandi lækkaðu, og Vodafone samstundis kom út við hægstu breiðbandsferðum á marknaðinum, skrivar felagið í fráboðan.

 

Sum dømi um hvussu stór lækkingin er, so lækkar prísurin á skjótasta haldinum, 100/20, við 10 krónum um mánaðin.

 

Rói B. Poulsen, privatkundastjóri í Vodafone sigur, at felagið alla tíðina roynir at trýsta prísin niður, men at heilsøluprísirnir frá FT Net avmarka, hvussu bíligt breiðbandshaldið kann gerast. Samstundis sendir hann eitt prik til kappingarneytan, Føroya Tele, sum eigur FT Net.

- Vit ynskja at lækka prísin á breiðbandi enn meira. Men enn eru okkara prísir fyri at koma framat undirstøðukervinum hjá almenna netfelagnum hjá Føroya Tele ov høgir til at Vodafone kann bjóða føroyingum internet til teir somu lágu prísir ið londini rundan um okkum hava. Vit hava støðugt lækkað fartelefon og farnet prísirnar soleiðis at hesir nú liggja millum teir bíligastu í norðurlondum, men á breiðbandinum stríðast vit enn við ov høgar heilsøluprisír frá almenna netfelagnum, sigur hann.

 

Vanliga gongur ikki long tíð, frá at annað felagið boðar frá príslækking til hitt svarar aftur. Nú fáa vit at síggja, hvat Føroya Tele ger hesaferð.