Tað er ikki ein treyt at man fer á skeið fyri at fáa teldukoyrikort. Tað ber til at vera sjálvlesandi og bert fara upp til roynd.
Sambært heimasíðuni hjá Dansk Dataforening eru tað 5 góðkend virkir og skúlar í Føroyum, har næmingar kunnu taka teldukoyrikortroyndirnar. Tey eru Formula.fo, Handilsskúlin, Tekniski Skúlin í Klaksvík, VIT og Maskinskúlin í Havn. Men skúlin hjá Farodane er eisini blivin góðkendur.
Sambært heimasíðuni hjá hesum góðkendu virkjum og skúlum er prísurin fyri at taka skeið og roynd sum niðanfyri. Sum vit síggja so er bíligast at taka skeið og roynd á Tekniska Skúla í Klaksvík, meðan tað er dýrast hjá Formula.fo og Farodane í Havn.
Umrokna vit samlaða prísin til hvønn undirvísingartíma vísir tað seg eisini at verða bíligast at taka teldukoyrikort í Klaksvík, meðan tað er nógv dýrast hjá Formula.fo.
Til seinast kunnu vit nevna at tað sambært heimasíðuni hjá Dansk Dataforening bert eru 2 góðkendir skúlar har man kann taka roynd til tað stóra teldukoyrikortið. Teir eru Tekniski Skúli í Klaksvík og Handilsskúlin í Havn.
UndirvísingarstaðSamlaður prísur UmroyndSkeiðtímarPrísur pr
Íroknað royndtilsamanstíma
Farodane (Kvasir)13.450,00150,0092146,20
Formula.fo13.450,00150,0076176,97
Handilsskúlin12.450,00150,0092135,33
Tekniski Skúlin Klaksvik11.300,0092122,83
VIT sp/f11.900,00325,0088135,23
Prísir á teldukoyrikorti. Allar upplýsingar eru heintaðar á Internetinum.
Við í prísinum allastaðni er, umframt sjálva undirvísingina, frálærutilfar, ábit og kaffi.










