Prísirnir upp í loft

Áskoðarafelagið 12. maður fýlist á, at eitt atgongumerki til landsdystin ímóti Íslandi kostar tað sama sum atgongumerkini til dystin ímóti fótbóltsrisanum Týsklandi

Ikki kann sigast annað enn at prísirnir á atgongumerkjum til landsdystir eru farnir upp í loft síðan næstseinasta landsdystin.
Tá Føroyar seinasta heyst spældi ímóti Skotlandi á Svangaskarði kostaði eitt atgongumerki umleið 170 krónur. Eitt ár seinni kostar eitt atgongumerki til landsdyst ímóti Íslandi 250 krónur. Hetta halda mong vera alt ov nógv.
Tá Ísland og Skotland kunnu samanberast í styrki, og tí skuldi tað verið eins áhugavert at hugt eftir einum dysti ímóti Skotlandi sum ímóti Íslandi.
? Tað eigur at vera ein munur á prísinum, tá vit spæla ímóti teimum stóru tjóðunum sum Týsklandi, og tá vit møta smærri londum, sigur Regin Egholm frá 12. manni. Prísurin fyri eitt atgongumerki til landsdystin ímóti Íslandi er 250 krónur. Atgongumerkini til landsdystin ímóti Týsklandi kostaðu tað sama.
Hann heldur, at tað eitt eitt sera stórt lop í prísinum. Hann hevur funnið nøkur gomul atgongumerki fram. Hesi atgongumerkini eru frá dystunum ímóti Luksemborg og Sveis, sum vóru fyri fáum árum síðani. Tey kostaðu 170 krónur, men nú kostar tað brádliga 250 krónur at fara til landsdyst.
Hann er bangin fyri, at fólk fara at setast aftur, av tí at tað kostar ov nógv, men hinvegin hevur veðrið ofta eins stóran týdning.

Nevndin setir prísin
Tað er nevndin í FSF, sum ásetir prísin á atgongumerkjunum, og hon gjørdi av, at prísurin fyri dystirnar ímóti Týsklandi og Íslandi skuldi vera tann sami.
? Vit vænta ikki, at fólk fara at setast aftur av hesi orsøk. Ísland er eitt áhugavert mótstøðulið, tí at vit hava møguleika fyri at fáa stig í hesum dystinum. Eisini er hetta okkara nærmastu grannar, og tí er spenningurin stórur, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF.
Vit kunnu bert staðfesta, at eftir einum ári hevur FSF lagt 80 krónur afturat prísinum fyri eitt atgongumerki, og at ein vandi er fyri, at fólk setast aftur av hesi orsøk.