Fiskaprísir
Prísirnir á toski og hýsu hava verið rímiliga góðir í seinastuni.
Á Fiskamarknaði Føroya í Klaksvík siga tey, at toskur 1 fór fyri 20-22 kr. fyri kilo týsdagin, toskur 2 fyri 20,40, toskur 3 fyri 15,50 og toskur 4 fyri 11,20 kr. kilo.
Eisini prísirnir á hýsu hava verið á góðari leið seinastu dagarnar.
- Týsdagin fór hýsa 1 fyri 12,60 kr. fyri kilo, hýsa 2 fyri 8,70 og hýsa 3 fyri 6,10.
Sagt verður á Fiskamarknaðinum, at meginparturin av tí, sum selt hevur verið á gólvinum hesa vikuna, er útróðrarfiskur.
- Bátarnir fáa væl av fiski, og ein stórur partur av veiðini er hýsa. Hýsan er tó misjøvn til støddar.
Mikudagin vóru 55 tons av útróðrarfiski á gólvinum, men tá ið vit frættu, høvdu sølurnar ikki verið.
- Vit vænta, at prísirnir verða uppaftur betri í morgin, siga tey á
Fiskamarknaðinum.
Tríggir trolbátar
Hósdagin og fríggjadagin fara tríggir trolbátar at selja á gólvinum í Klaksvík.
- Gáshøvdið og Varðin selja hósdagin, og fríggjadagin selir Sjóborg. Teir báðir fyrrnevndu hava einar 300-400 kassar hvør, og Sjóborg hevur einar 600 kassar.
Í Klaksvík siga tey, at línubátarnir eru til fiskiskap, men í síðstu viku seldi onkur um Fiskamarknaðin.
Upsi fer lítil og eingin um Fiskamarknaðin í løtuni. Hann keypa fiskavirkini í støstan mun beinleiðis frá skipunum.