Strandferðsla
Næsta ár verður tað helst eitt sindur dýrari at sigla við skipunum hjá Strandferðsluni og at koyra við bussunum hjá Strandferðsluni.
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at skal játtanin til Strandferðsluna ikki hækka næsta ár, verður tað neyðugt at hækka prísirnar á ferðaseðlunum.
?Vit ætla ikki, at tað skal vera neyðugt at hækka játtanina. Men vil Løgtingið sleppa undan tí, verður tað neyðugt at útvega Strandferðsluni størri inntøkur ella at lækka túratalið.
Tí hevur Strandferðslan skotið upp at hækka ferðaseðlaprísirnir soleiðis, at stovnurin fær einar seks milliónir afturat í inntøkum.
Tað svarar til, at prísirnir á ferðaseðlum koma at hækka eini 15% í miðal.
Hann sigur, at enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvussu hækkingin skal býtast ímillum tey ymsu sløgini av ferðaseðlum, men talan verður bæði um at hækka prísirnar við Bygdaleiðum og við Oyggjaleiðum.
Stjórin á Strandferðsluni sigur, at prísirnir á Strandferðsluni eru ikki hækkaðir í 10 ár, amstundis sum allar útreiðslur eru munandi hækkaðar. Eitt nú er oljan nú so dýr, at tað kostar Strandferðsluni einar níggju milliónir meiri um árið nú, enn tað gjørdi fyri nøkrum árum síðani, umframt at lønirnar eru nógv hækkaðar.
?Samstundis er tænastustøðið hjá Strandferðsluni nógv hækkað við fleiri túrum og gongdin við hækkandi útreiðslum og hækkandi tænastustøði kann ikki halda fram uttan at Strandferðslan eisini fær fleiri inntøkur.
? Og tað eru bara tveir møguleikar: Antin má játtanin alsamt hækkast, ella mugu prísirnir á ferðaseðlum dagførast.
? Hvørgin kosturin er mjúkur, men rokningin skal gjaldast, antin so ella so, antin rindar landið rokningina við skattakrónum, ella rinda tey, sum brúka Strandferðsluna.
?Higartil hava politikarar ikki vilja hoyra talan um, at túratalið skal lækka ella at prísirnir skulu upp, men nú halda vit, at vit eru komin hartil, at ein støða má takast.
Í løtuni er fígjgarogin til politiska viðgerð, so Reidar Nónfjall veit ikki enn, hvør endin verður.
Í ár er játtanin til Strandferðsluna 75,1 millión. Upprunaliga var játtanin 70,7 milliónir, men haruftamt hevur Strandferðslan fingið 4,4 milliónir í eykajáttan
Dámar ikki suðuroyingum
Tað dámar ikki suðuroyingum.at ferðaseðlaprísirnir hækka. Á Fundi í Porkeri herfyri, hava allir sjey borgarstjórarnir í oynni skrivað undir eina áheitan á Strandferðsluna um ikki at hækka prísirnar á Smyrli, tí teir meta, at hann er nóg høgur sum er.
teir vísa á, at hetta er einasta farleið, suðuroyingar hava og at tað helst ikki skuldi verðið so, atr fólk setast aftur av tí at prísirnir eru ov høgir. Teir skuldu heldur lækkað, siga borgarstjórarnir í Suðuroy í brævinum, teir eisini hava sent fíggjarnevndini hjá Løgtinginum.