Prísirnir á Fiskamarknaðinum hildu sær rættiliga væl í dag, hóast væl meiri fiskur var á uppboðnum í dag enn teir seinastu dagarnar. Eitt nú var prísurin á hýsu aftur oman fyri 20 krónur í dag, upsin nærkaðist 13 krónum, og kongafiskurin togaði í 25 krónur.
Tilsamans vóru knappliga 30 tons á dagsins uppboði. Helmingurin var upsi frá einum trolara, og hann fekk 12,81 krónur í meðal fyri allan upsan.
Av hinum var tað mesta toskur og hýsa. Hýsa II fór fyri 22,84 krónur og hýsa III fyri 20,76 krónur í meðal, og meðalprísurin fyri tosk III var 18,68 krónur.
Umleið hálvtannað tons av kongafiski fór fyri 24,10 krónur í meðal fyri kilo, og trý tons av havtasku fingu meðalprísin 39,99 krónur.
Tey knappliga 60 tonsini, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, fóru fyri eina millión og 40.000 krónur.