Tað verður alsamt dýrari at búgva í Føroyum. Tað sigur Hagstovan, sum hevur roknað prístalið út av nýggju. Tann útrokningin vísir, at í dag er tað 1,7 prosent dýrari at búgva í Føroyum enn fyri einum ári síðani.
Sostatt hevur prísvøksturin verið væl størri hetta seinasta árini enn hann hevur verið, og í roynd og veru hava príshækkingarnar ikki verið so stórar seinastu seks árini, sum tær hava verið hetta seinasta árið. Og tað er serliga hesar seinastu mánaðirnar, at príshækkingarnar hava tikið dik á seg.
Hagstovan sigur, at hetta seinasta árið eru tað næstan allir prísir, sum eru hækkaðir. Prísirnir á brennievni eru hækkaðir mest og tað eru eisini teir, sum hava ávirkað gongdina mest. Sostatt er olja til húsarhald farin 25,3 prosent upp og brennievnið til bilar er dýrkað 13,7 prosent.
Harafturímóti er prísurin á streymi lækkaður 3,2 prosent, men tilsamans eru útreiðslurnar til býli hækkaðir 5,6 prosent seinasta árið. Samstundis er prísurin á flutningi hækkaður 3,8 prosent. Hinvegin er tað nú 0,6 prosent dýrari at keypa mat, enn tað var fyri einum ári síðani.
Mesta príslækking seinasta árið hevur verið í nýtslubólkunum innbúgv og húsbúnaður, umframt í bólkinum frítíð og mentan, har lækkingarnar hava verið eitt til 1,1 prosent. Samskiftið er eisini vorðið eitt vet bíligari.