Prísir skulu kannast

Kappingarmyndugleikarnir í Noregi fara nú at kanna, hvussu tað ber til, at matvørur eru nógv dýrari í Noregi enn í ES-londunum.

Ein kanning hjá kappingarráðnum hevur avdúkað, at matvørurnar kosta umleið 50 prosent meiri í norskum handlum enn í ES-londunum, og at í meðal eru prísirnir í Noregi umleið 26 prosent hægri enn í grannalandinum Svøríki. Sambært NRK hevur kappingarráðið illgruna um, at kappingin á matvørumarknaðinum er ov lítil, og at tað er orsøkin til teir høgu prísirnar.

-Vit vita, at norski sertollurin á matvørum er høgur, men tað er ikki øll frágreiðingin, sigur kunningarstjórin í kappingarráðnum, Signe Horn, við NRK og leggur afturat, at kappingarráðið er serliga ørkynmlað av, at tað er so dýrt at keypa fisk og kjøt í Noregi. Eitt nú eru fiskavørur munandi dýrari í Noregi enn í Finnlandi, sigur hon.