Meðan sethúsaprísirnir í høvuðsstaðnum og størru bygdunum tykjast støðugir, er talan um prísfall í útjaðaranum. Tað skrivar Eik, sum nú hevur gjørt upp prísleguna á sethúsum í triðja ársfjórðingini.
Á heimasíðuni skrivar Eik, at talið av handlum framvegis er avmarkað, men lagt verður afturat, at tekin eru um, at sølan nú aftur fer at vaksa.
Talið av sølum var 36 í 1. ársfjórðingi í ár, 29 handlar í 2. ársfjórðingi og 36 handlar í 3. ársfjórðingi, tilsamans 101 handlar higartil í 2009. Til samanberingar vóru 178 handlar teir fyrstu 3 ársfjórðingarnar í 2008, 217 í 2007 og 206 í 2006.
- Bústaðamarknaðurin er sostatt framhaldandi í einari bíðistøðu, har talið av húsum, ið eru til sølu er sera stórt í mun til talið av framdum handlum. Tí er framvegis sera trupult at siga, hvønn veg prísirnir fara at ganga, sigur Bjarni Olsen, stjóri í Eik, á heimasíðuni.
Príssveiggini í miðstaðarøkinum hava verið rímiliga smá, bæði uppeftir og niðureftir: -6% 4. ársfjórðing í 2008, -2% 1. ársfjórðing 2009, +6% 2. ársfjórðing 2009 og -7% 3. ársfjórðing 2009.
Prísirnir á bygd eru hinvegin falnir hetta seinasta árið, men meðan nýggjasta uppgerðin tykist at vísa, at sethúsaprísirnir í størri bygdum eru um at stabilisera seg, so eru prísirnir í smærri bygdum falnir heili 26% 3. ársfjórðing 2009.
- Tað er trupult at gera eina rættvísandi uppgerð av sethúsaprísum, og stóra fallið kemst helst ikki bara av veruligum prísfalli, men eisini av, at talið av smáum, gomlum húsum, sum eru seld í smærri bygdum er størri í 3. ársfjórðingi enn í 2. ársfjórðingi, sigur Bjarni Olsen við heimasíðuna.