Prísfall gav Ågot minni úrtøku

- Tá vit gjørdu av at leggja um frá línuveiði til garnaveiði, var prísurin á svartkalva omanfyri 30 krónur fyri kilo. Stutt eftir var hann helvtina minni. Kortini hava vit einki mist við at leggja um, sigur reiðarin á Ågot, Eyðstein Poulsen

Fiskivinna

 

Línuskipið Ågot í Klaksvík hevur verið nakrar túrar á garnaveiði, har teir hava fiskað svartkalva.

- Vit hava verið einar 6-7 túrar, og eg vil siga, at hetta hevur ikki loyst seg verri enn línuveiðan, hóast stórt prísfall hevur verið á svartkalva, sigur Eyðstein Poulsen, reiðari.

Ågot hevur nevniliga bæði línu-og garnaloyvi, og tí hava teir, sum eiga og reka skipið, møguleikan at velja, hvør veiðan er.

 

Stórt prísfall

Reiðarin sigur, at tá teir seint í vár gjørdu av at leggja um frá línu til gørn, var prísurin á svartkalva omanfyri 30 krónur fyri kilo – og onkuntíð var hann heilt uppi á 32 krónum fyri kilo.

- Meðan vit riggaðu til, fór prísurin niður á 26 krónur fyri kilo, og tá vit landaðu eftir at hava verið fyrsta túrin, fingu vit í miðal 21 krónur fyri kilo.

Eyðstein vísir á, at prísfallið var størri enn hetta, tí teir næstu túrarnar fór prísurin heilt niður í 15 krónur fyri kilo – og var soleiðis bert ein helvt av tí, hann var, tá teir tóku avgerðina at leggja um.

- Nú er prísurin so farin uppaftur, og miðalprísurin á seinasta túri var stívliga 25 kónur fyri kilo, harav dýrasti fiskurin fór fyri 27 krónur fyri kilo, sigur reiðarin.

 

Óheppið prísfall

Eyðstein Poulsen sigur, at hevði prísurin á svartkalva havt hildið sær á tí støði, hann var, tá teir gjørdu av at leggja um, hevði hendan tíðin, sum Ågot hevur verið á svartkalvaveiði við gørnum, havt eydnast rættiliga væl.

- Stundum hevur fiskiskapurin verið heilt góður, men nú prísirnir eru farnir upp aftur á líkinda støði, er fiskiskapurin vorðin lakari.

Reiðarin ásannar, at hetta eru treytirnar í vinnuni.

- Viðhvørt gongur væl, og aðrar tíðir gongur minni væl.

Eyðstein Poulsen sigur, at Ågot ætlandi loysir aftur sunnudagin, og hann væntar, at skipið verður á garnaveiði eina tíð aftrat, áðrenn lagt verður um aftur til línuveiði.