Brúkaraumboðsmaðurin hevur staðfest, at tað ikki er nóg mikið við lýsingum, tá príshækkingar verða framdar á fastar veitingar. Fyrr í ár hækkaði Televarpið gjaldið við kr. 40 um hálvárið - frá kr. 190 til kr. 230. Hækkingin varð fráboðað tann 30. apríl 2009 á heimasíðuni hjá Televarpinum og á kunningarrás felagsins Rás 1 umframt í lýsingum í bløðunum. Hækkingin kom í gildi tann 1. juni 2009.
Sambært lógini um góðan marknarføringssið er Brúkaraumboðið komið til ta niðurstøðu, at fráboðanin hjá Televarpinum um hækking í kortleiguni ikki var nøktandi, hóast lýst hevur verið á heimasíðu felagsins umframt á Rás 1 og í lýsingum í bløðunum. Fráboðanin var bara ikki nóg sjónlig í lýsingunum, tí talan var um sølulýsing, har ið prísurin verður nevndur. Talan var tí ikki um eina týðuliga og greiða fráboðan um kortleiguhækkan til brúkaran.
Sambært § 15, stk. 3 í marknaðarføringarlógini, so skulu munandi broytingar fráboðast við individuellum samskifti, áðrenn broytingin fær virknað, og í fráboðani skal eisini verða sagt frá, um og á hvønn hátt brúkarin kann uppsiga avtaluna, áðrenn hon fær virknað.
Televarpið hevur tikið niðurstøðuna hjá Brúkaraumboðnum til eftirtektar, og hevur givið tilsøgn um, at komandi hækkingar ella broytingar verða kunngjørdar sjónligari í teimum føroysku bløðunum. Brúkaraumboðið ger ikki meir við hetta mál.