Nú í oktober mánaði verður varpað ljós á bróstkrabba kring allan heimin og tað verður tað eisini gjørt í Føroyum. I hesum sambandi fara felagið Bót til Bata og Krabbameinsfelagið undir ymisk tiltøk ið skulu minna okkum øll á, hvussu umráðandi tað er, at fyribyrgja bróstkrabba.
- Jú fyrr krabbamein í bróstinum verður uppdagað, tess fleiri lív verða bjargað, sigur Krabbameinsfelagið.
Eit tiltak sum tey fara undir, er at selja armbond og hálsbond, sum Mikkalina Glas hevur sniðgivið.
Prýðislutirnir eru hondgjørdar, so eingin líkist heilt..
- Á henda hátt ímynda prýðislutirnir, at hvør kvinna, ið fær staðfest krabbamein, er serstøk og hevur sína egnu søgu.
Háls- og armbondini kosta 100 krónur fyri hvørja, og inntøkan frá søluni fer til gransking í bróstkrabba.
- Hetta er tað slagið av krabba, sum rakar flestar kvinnur í Føroyum. Ein av hvørjum 10 kvinnum, og ein av hvørjum 100 monnum, kunnu rokna við einaferð í lívinum at fáa bróstkrabba.
Krabbameinsfelagið sigur, at seinastu 20 árini er talið tvífaldað og tað veksur alsamt.
- Vit vita, at hormonávirkan, lívsstílur, dálking og arvur kunnu ávirka vandan fyri at fáa bróstkrabba. Men enn er gátan verri enn so loyst og tí vilja Krabbameinsfelagið og Bót til Bata stuðla undir gransking á hesum øki
Frá 3. - 8. oktober verða eisini vælverudagar á torginum í SMS. Fimti oktober verður bindiklubbakvøld og tá fer Bót til Bata at upplýsa um bróstkrabba og at selja prýðislutirnar. Felagið verður eisini at hitta á Torginum fríggjadagin 7. oktober.