36 fólk lótu lív og 147 fólk fingu løstir, tá tríggir yvirgangsmenn í gjárkvøldið lupu á Ataturk flogvøllin í Istanbul, ið er ein av mest vitjaðu flogvøllum í Evropa.
Talan er um seinasta yvirgangsálopið í eini langari røð av yvirgangsálopum í Turkalandi síðsta árið, ið bæði kurdiskir uppreistrarbólkar og IS hava skipað fyri.
Binali Yildirim, forsætisráðharrin í Turkalandi, sigur við al Jazeera, at prógvini peika móti Islamska Statinum.
- Prógvini, ið trygdarfólkini hava funnið higartil, peika móti, at tað er Daesh, ið hevur framt yvirgangsálopið, sigur forsætisráðharrin sambært al Jazeera.
Daesh er eitt niðrandi orð fyri IS, ið nógvir politikarar, serliga í Miðeystri, brúka um yvirgangsfelagsskapin.