Prógvhandan á Vinnuháskúlanum

Fríggjadagin 20. februar fingu 12 maskinistar prógvini handað í skálanum á Vinnuháskúlanum í Havn. Teir byrjaðu sín lestur í august 2008 og allir hava 12 hava staðið útbúgvingina.

Prógvhandanin var fyri øll og røður vórðu hildnar og gávur givnar. Familja, vinir og kenningar hjá næmingunum møttu væl upp og Hans Johannes á Brúgv, Páll Hansen og Jan Erik Dyrhuus Poulsen hildu røðu.



Myndatekstur: 


Aftara rað f.v.: Andras Rasmussen, Dánial Jákup Toftum, Dann Andrew Joensen, Esbern Olivur Lervig, Eyðálvur Holm og Hans Andrias Didriksen


Fremst f.v.: Jákup Egil Joensen, Jan Erik Dyrhuus Poulsen, Mervin Egholm, Regin Ebbe Didriksen, Suni Pauli Esbern Ludvig og Terji Holm Jacobsen


Virðislønir: 1. Jan Erik Dyrhuus Poulsen fekk kikara frá Eik, 2. Jákup Egil Joensen fekk barometur við klokku frá Trygd, og 3. Dann Andrew Joensen, fekk mátitól frá Maskinmeistarafelagnum.


Mynd: Erland Rasmussen