Hósdagin 24. juni var prógvhandan á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Tveir næmingar fingu fyri skúlaváttan fyri yrkisútbúgving innan landbúnað, 21 næmingar fingu prógv fyri støðisútbúgving innan fiskivinnu (SIF-prógv) og 14 næmingar fingu prógv fyri hægri útbúgving innan fiskivinnu (HIF-prógv).
Á viðfestu mynd eru teir tveir landbúnaðarnæmingarnir avmyndaðir uttast til høgru og tey 14, sum fingu HIF-prógv.
Næmingarnir eru hesir: Aftara rað: Jóannes Mikkelsen, Vestmanna, John Johannesen, Vestmanna, Meinar Ortind, Tórshavn, Jógvan A. Vest, Sandur, Bogi Á. Thomasen, Vestmanna, Heðin Poulsen, Tórshavn og Anna Maria Holm Nolsøe, Argir (landbúnaðartøkningur). Fremra rað: Heidi Gullaksen, Kollafjørður, Eileen Streymoy, Vestmanna, Fía J. Andreasen, Tórshavn, Bára Karlsdóttir, Vestmanna, Janni F. í Homrum, Kollafjørður, Durita Hansen, Vestmanna, Sóleyð E. Poulsen, Tórshavn, Joan Muller og Anita Arge, Æðuvík (landbúnaðartøkningur).