Prógv – takk!

Í eini føðingardagsheilsan til Føroya Studentaskúla, sum stóð í Sosialinum seinasta vikuskifti, royndi John Johannesen, løgtingsmaður, at geva Sambandsflokkinum skuldina fyri, at studentaskúlin í Hoydølum hevur hølistrupulleikar. Tað er ein løgin pástandur at sleingja út í eini føðingardagsheilsan. Serliga fyri tey sum kenna ta veruligu søguna aftanfyri málið, kann hetta tykjast løgið.

 

Men tað sum fær meg at gera hesa viðmerking, er ein annar kendur pástandur úr leysum lofti, sum løgtingsmaðurin eisini førdi fram í somu føðingardagsheilsan. Pástandurin er, at Sambandsflokkurin skal hava verið ímóti føroyskum flogsambandi við útheimin.

 

Eg fari at heita á John Johannesen um at greiða nærri frá, hvat hann ítøkiliga hugsar um, tá hann sigur hetta. Til dømis kann hann svara hesum spurningunum:

 

Var Sambandsflokkurin ímóti, at partafelagið Atlantic Airways varð sett á stovn í 1987?

Var Sambandsflokkurin ímóti at 1,02 mió. krónur í partapeningi vórðu settar í partafelagið Atlantic Airways?

Var Sambandsflokkurin ímóti at landskassin veitti 75 mió. krónur í veðhaldi fyri P/F Atlantic Airways í 1989?

 

Sambært Løgtingstíðindum tók Sambandsflokkurin undir við øllum hesum uppskotunum.

 

Tá John hevur leitað síni “prógv” fram, kann hann hóskandi koma við eini nærri frágreiðing um, hvat hann byggir sín pástand á.